Grindadrápið í Fuglafirði í gjár er eisini komið Sea Shepherd fyri oyrað, sum harðliga mótmælir drápinum, sum vanligt.
Rosie Kunneke, sum hevur verið leiðari á landi hesi bæði seinastu árini, mótmælir útsøgnunum í miðlunum, um at drápið var skjótt.
- Í hálvan annan tíma vóru grindahvalirnir plágaðir av smáum bátum, riknir upp á drápsstrondina, hálaðir við krókum í blástrarholunum, drignir upp á klettar og sandin og síðani slaktaðir í nærveru familju teirra, sigur Rosie Kunneke.
- Video og myndir, sum Sea Shepherd tók fyrr í ár vísa greitt veruleikan handan grindadrápið. Tað er ein seigur og pínufullur deyði. At siga nakað annað er vanvirðisligt fals, sigur hon.
Í tíðindaskrivinum vísir felagsskapurin sum vera man til, at tey luttóku á fundi hjá Føroyanevndini í Fólkatinginum í farna mánaði, og endurtaka síni krøv um, at Danmark má virða altjóða sáttmálar og tí bannað grindadrápinum í Føroyum. Lít er tí til, at atfinningarnar og rættleiðingarnar, sum Ale Cornelissen fekk frá fólkatingslimum og øðrum, um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, ikki hava rinið við.