Hvar endar gullið ?

Hondbóltur: Bæði í Vestmanna og í Havn er spenningurin stórur undan finaludystin í 1. deild hjá monnum, sum teimum flestu kunnugt, verður spældur í høllini í Vestmanna í dag millum VÍF og Neistan

Eingin ivi er um, at klokkan fýra seinnapartin í dag er ikki eitt sitipláss eftir í høllini í Vestmanna. Um man ætlar sær sess til spennandi finaluna millum VÍF og Neistan, so noyðist man helst at vera í høllini longu, tá ið kvinnurnar hjá somu feløgum fara at spæla sín dyst fimm korter undan monnunum. Bæði í Vestmanna og í Havn hevur nógv hondbóltsprát verið hesa vikuna undan dystinum, og vit hava hitt tveir av ídnastu viðhaldsmonnunum hjá liðunum báðum.


Royndirnar hava nógv at siga

Ein av dyggastu stuðlunum hjá Neistanum í nógv ár, bæði á vøllinum og uttan fyri vøllin, er Vagnur Michelsen. Tá ið Neistin seinast vann føroyameistaraheitið í bestu mansdeildini í 1978, var Vagnur millum leikararnar á liðnum.

Vagnur heldur, at traditiónirnar, sum vestmenningar hava á heimavølli, hava ótrúliga nógv at siga í dag. Somuleiðis heldur hann, at vestmenningar hava eitt sálarligt yvirvág, tí teir hava staðið seg betur enn Neistin í teimum innanhýsis dystunum. Seinasta dystin, sum liðini bæði spældu í Vestmanna, vann VÍF stórt, og Vagnur metur møguleikarnar at vinna dystin verða 60-40 til fyrimuns fyri vestmenningar. Tað hevur eisini nógv at siga, at vestmenningar hava nógv fleiri royndir við at spæla slíkar avgerandi dystir, har tað snýr seg um knall eller fall, leggur hann aftrat. Hinvegin hava neistamenn bert spælt ein slíkan dyst, og tað var steypafinaluna, og tá mistu teir alt á gólvið, hóast teir høvdu trygga leiðslu, og tað situr kanska í bakhøvdinum á neistaleikarunum.

Eitt, sum Vagnur metir kemur at hava stóran týdning, er, hvussu málverjarnir hjá liðunum fara at standa seg. Allir fýra málmennirnir hjá liðunum báðum, Eli og Bárður hjá VÍF, og Bogi og Petur hjá Neistanum, eru góðir málmenn, men teir eru ikki javnt góðir og kunnu hava minni góðar dagar, og tí kann dagsformurin hjá teimum hava stóran týdning í dag. Vagnur heldur, at Eli og Bárður hava mangan bjargað vestmenningum, og tað sama kann sigast fyri Boga og Petur, ið eisini hava bjargað Neistanum í fleiri dystum. Ein annar leikari, sum kann vera avgerandi fyri dystin í morgin, sambært Vagni, er Ingi Olsen, tí sum hann sigur, so er tað bara ein Ingi Olsen í føroyskum hondbólti. Hann stýrimaðurin hjá vestmenningum, bæði í álopi og í verju.

Sambært Vagni, so er tað lítið at ivast í, at tað fara at verða fleiri mansverjingar í dystinum í dag. Sannlíkt er, at vestmenningar fara at mansverja í hvussu so er annan av stórskjúttunum hjá Neistanum, antan Heina Joensen ella Áka Olsen, um ikki báðir blíva mansvardir. Eisini heldur Vagnur, at tað er stórur møguleiki fyri, at Neistin fer at mansverja antin Inga Olsen ella Sámal Joensen, um ikki báðar. Hvussu hesar mansverjur fara at eydnast kemur at hava stóran týdning fyri gongdina í dystinum, sigur Vagnur Michelsen og leggur aftrat, at eftir hansara tykki liggur eitt eyka trýst á Áka Olsen, sum í dag skal royna at vinna meistaraheitið ímóti barndómsfelagnum við beiggja sínum á odda.


Neistafólkini hava vónina

Hóast Vagnur kanska ljóðar eitt sindur dapurskygdur, so hevur hann tó vónina um, at Neistin fer at vinna í dag, og hann heldur ikki, at tað er púrasta ómøguligt. Sum hann eisini sigur, so var ósigurin í steypakappingini ógvuliga tungur at svølgja hjá neistaáskoðarunum, tí at liðið hevði so trygga leiðslu í dystinum, meðan ein tepur ósigur í dag, har Neistin hevur gjørt eitt gott avrik, hevði verið nógv lættari at svølgt enn steypaósigurin.

Tíverri liggur tað ikki fyri hjá Vagni at fara til Vestmannar í dag, men hann ivast ikki í, at ein stór fjøld av neistafólkum fara at leita sær norður til Vestmannar at stuðla teimum bláu úr Havn, sum kanska fara at vinna sítt fyrsta føroyameistaraheiti í manshondbólti í 22 ár.


Fiskasølustjórin er sannførdur um sigurin

Stjórin á Fiskasøluni, Hans Johannus á Brúgv, er millum ídnastu viðhaldsfólkini hjá VÍF. Hann ivast ikki í, at tað fer at eydnast vestmenningum at vinna føroyameistaraheiti í dag. Høvuðsorsøkin til, at Hans Johannus ikki ivast í hesum, er, at leikararnir hjá VÍF hava meiri rutinu og eru vanir við at spæla slíkar altavgerandi dystir, har nógv stendir upp á spæl. Sum dømi um hetta nevnir hann dystin á Skála sunnudagin, har VÍF vann tryggan sigur á strandingum. Hann heldur, at tað hevur víst seg fleiri ferðir, at vestmenningar standa seg ógvuliga væl undir trýsti, meðan neistamennirnir ikki eru vanir við at spæla undir slíkum trýsti.

Fiskasølustjórin heldur, eins og Vagnur Michelsen, at avrikin hjá málmonnunum koma at hava sera stóran týdning fyri dystin í dag. Í hesum sambandi nevnir hann eisini dystin á Skála sunnudagin, har Bárður Nielsen spældi ein branddyst, og við honum á odda fingu vestmenningar ein tryggan sigur í hús. Hans Johannus sigur, at tá ið málverjarnir hjá VÍF standa seg væl, so klárar liðið sum heild seg eisini væl.

At maður fer av húsi í Vestmanna í dag, ivast Hans Johannus á Brúgv ikki í. Hann roknar við, at høllini verður stúgvað langt undan dystarbyrjan. Hann hevur eins og nógvir aðrir vestmenningar hugsað nógv um hondbólt síðstu dagarnar, og hann roknar við, at hýrurin í høllini verður øgiligur í dag, tá ið dómararnir fara at bríksla dystin í gongd.

At vestmenningar standa seg so væl í hondbólti ár um ár, heldur Hans Johannus skyldast, at teir bert halda seg til tað einu ítróttargreinina. Um veturin er tað hondbólturin, meðan tað um summarið er kappróður. Hetta er tað sama galdandi í vinnulívinum, heldur fiskasølustjórin, tí har klárar tú teg eisini best, um tú bert heldur teg til eina branchu. At góðu úrslitini hjá VÍF eisini hevur ført við sær, at áskoðararnir eru ógvuliga krevjandi, viðgongur Hans Johannus á Brúgv, sum sjálvur hevur sæð allarflestu dystirnar hjá VÍF í ár, og sum sjálvsagt eisini verður millum áskoðararnar í høllini í Vestmanna í dag.