Hvar er Føroya Pedagogfelag?

Nú sparingar eru allastaðni í Føroya landi, og serliga tey bleytu virðini standa fyri skotum, er einki at hoyra frá Føroya Pedagogfelag.

Her hugsi eg serliga um frítíðarskúlaøkið, sum verður niðurskorið, hetta kenna vit eitt nú í Klaksvík, og sama er nú ætlanir um í Havn. Um hetta heldur fram, so verður alt arbeiðið, sum er bygt upp gjøgnum tey 15 árini, frítíðarskúlin hevur verið til í Føroyum, brotið niður. Tað verður ein goymsla til børnini.
Ætlar Føroya Pedagogfelag at sita hendir í favn og einki gera við málið? Tað er nakað seint, at skjóta aftaná og siga »góða mamma tað var ikki eg« og siga at kommunurnar hava skyldina? Er tað ikki uppgávan hjá Føroya Pedagogfelag at fylgja við, hvat hendir í okkara samfelag og serliga nú tað leikar hart á fíggjarliga og sum rakar okkara framtíð og framtíðin tað er børnini.
Skúlin hevur fingið fleiri tímar til hesi børn, sum eru tiknir frá frítíðarskúlunum í Føroyum hesi seinastu árini. Í Tórshavn eru ætlair um at tímarnir pr. barn, sum í løtuni er 3,72, skal niður á 2,88 eftir nýggjár. Hetta er so uppleggið til fíggjarlógaruppskotið fyri Tórshavnar kommunu 2010, sum verður fyri til 1. viðgerð í næstu viku. Sama er galdandi í øðrum kommunum í Føroyum.
Sostatt verður hetta ikki eitt pedagogiskt tilboð meira, og eg sakni, at Føroya Pedagogfelag kemur fram í ljósið og verjir okkara øki. Tað nýttar einki at koma aftaná og siga »góða mamma tað var ikki eg«!
Avleiðingar fyri skeringar eru m.a. hesar:
- Børn við serligum tørvi verða ikki hjálpt og gloymd??- Námsfrøðingar fara úr størvunum??- Bert ófaklærd starvsfólk koma í starv??- Eingin tíð til fyrireiking.?- Tvørfakliga arbeiði sum er við skúlan og heimini fella burtur??- Eingin tíð til foreldravitalur?- Eingir tíð fundir og samstarv við skúlarnar??- Eingin tíð til starvsfólkafundir? ?- Eingin tíð til starvsfólkamenning??- Eingin tíð til skeiðvirksemi??- Millummáli dettur burtur??- Brúkaragjald verður álagt foreldrunum? ?- Ætlanir um at frítíðarskúlanir skulu hava opið tá ið skúlin er stongdur fellur burtur??- Ongin forskúli??- Einki klubvirksemi?
Ja, í við øðrum orðum eingi frítíðarskúli til børnini. Er tað tað í Føroya Pedagogfelag stendur inn fyri?
Við støði í omafyristandandi og avleiðingum fyri okkara øki havi eg hesar spurningar til Føroya Pedagogfelag:

1. Hevur Pedagogfelagið nakrar ætlanir um at fara inn í hetta málið??2. Um tit fara inn í hetta málið, hvat ætla tit at gera??3. Hvat fyri vísónir hevur Føroya Pedagogfelag fyri frítíðarskúlarnar í Føroyum??4. Hvat fyri ætlanir hevur Føroya Pedagogfelag fyri klubbvirksemi og forskúla í Føroyum?
HYPERLINK "http://www.123hjemmeside.dk/ftshoyvik/" www.123hjemmeside.dk/ftshoyvik/