Hvar er Flekk?, sum Føroya Skúlabókagrunnur nú hevur givið út, er prentað á tveimum málum: føroyskum og teknmáli. Tey bæði málini hava ikki somu mállærureglur, t.d. ikki sama orðarað, og tá ið teknmál verður talað, verða munnrørslur eisini gjørdar.
Fyri skjótt fimtan árum síðani fór forlagið Nýlendið við Jákupi í Skemmuni at geva út bøkurnar um hundin Flekk, sum bretin Eric Hill hevur skrivað og teknað. Fyrsta bókin: Hvar er Flekk, sum kom út í føroyskari týðing í 1986, hevur verið uppseld í nógv ár, men nú hevur so Føroya Skúlabókagrunnur givið hana út aftur í somu týðing umframt teknmálstýðingina.
Flekkbøkurnar eru sonevndar klaffabøkur. Á vinstru síðu stendur einhvør spurningur, og á høgru síðu er ein lúka ella hurð at lata upp og vita, hvat ið svarið er til spurningin.
Føroysku teknmálstýðingina hevur Edny Poulsen, lærari og deyvatolkur, staðið fyri.
Bókin, sum kostar 75,- kr., er innbundin í stíva permu og er tískil sera slitsterk.