Hvar er Kollafjørður?

Tórshavnar Kommuna hevur nú sett stýrisbólk, ið skal arbeiða við nýggja kommunuplaninum. Meðan dentur seinastu árini hevur verið lagdur á at menna Hoyvíkina, verður hugt meira vestureftir og út á Argir. Tað sigur Bogi Andreassen, varaborgarstjóri í Havn.

Bogi sigur framhaldandi, at stýrisbólkurin nú fer at seta út í kortið, hvussu kommunan skal mennast fram ímóti 2030. Hetta er sjalvandi at gleðast um. Serliga er at gleðast um, at kommunan ger langtíðarætlanir fyri kommununa og hyggur fram um nøsina.
Eg skrivaði grein fyri tíð síðani, ið nevndist Tórshavnar Kommuna velur at gloyma Kollafjørð, har eg gjørdi vart við fleiri øki, ið eftir mínum tykki høvdu serligan tørv á menning. Eg havi, síðani eg skrivaði greinina, fingið sera nógvar jaligar viðmerkingar frá kollfirðingum, ið einans kundu taka undir við øllum, ið varð skrivað. Samstundis havi eg bert fingið ávísar sera smáar ábendingar um, at kommunan hevur ítøkiligar ætlanir um at menna Kollafjørð.
Bogi Andreassen sigur síðst í greinini, at stýrisbólkurin fegin vil hoyra, hvat borgararnir kundu hugsað sær og vildu ynskt sær, tí kommunuplanurin verður gjørdur fyri øll og skal koma øllum til góðar.
Í hesum sambandi vil eg heita á stýrisbólkin um at taka Kollafjarðarøkið við í langtíðarætlanirnar. Veruleikin er tann, at Kollafjørður er tann partur av Tórshavnar kommunu, sum í allarstórstan mun hevur brúk fyri menning.
Tað hevði verið gleðiligt fyri meg eins og so nógvar aðrar íbúgvar í Kollafirði, um ætlan fyri Kollafjørð varð almannakunngjørd soleiðis at vit vistu, at býráðið yvirhøvur ger ítøkiligar ætlanir fyri Kollafjørð.
Niðanfyri eru nøkur øki, ið eg meti hava týdning at varpa ljós á.

Bussleiðin
Nútímansgerð av vegakervinum – serliga bygdarvegurin.
Útstykking
Ungdómstilboð
Barnagarðs - og vøggustovuøkið
Mentannarpolitikkur o.a