Hvar er ruskið?

"Størri bjartskygni millum fólk og í vinnulívi..."

Tað segði fíggjarmálaráðið herfyri, nú úrslitini í nýggjastu konjunkturkanningini hjá ráðnum vísa, at brúkarar og vinnulív sum heild eru meiri bjartskygd og hava merkt framgongd seinasta árið.

Lagt varð tó aftrat, at ídnaðar- og tilfeingisvinnurnar tó hava merkt afturgongd í bíleggingunum, men vænta fleiri bíleggingar frameftir.

Sonevnda konjunkturbarometrið skal geva ábending um, hvussu brúkarar og vinnulív meta um tíðirnar, hvussu støðan í búskapinum er beint nú, um gongdina í farna ári og útlitini komandi árið.

- Húsarhaldini og tann parturin av vinnuni, ið livir av heimliga eftirspurninginum, eru bjartskygdari og hava merkt framgongd seinasta árið. Fólk hava fingið fleiri pengar at ráða yvir. Tey spara upp og keypa størri og drúgvar nýtsluvørur. Tað gevur øktan eftirspurning og sølu í handils-, tænastu-, og byggivinnunum.

Hetta eru orð, sum fíggjarmálaráðið legði út á sína heimasíðu um dagarnar.

Um somu tíð, sum fíggjarmálaráðið kom við síni konjunkturkanning, fekk Portalurin meyl frá starvsfólki, sum arbeiðir á brennistøðini hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík.

- Køsturin, har alt ruskið verður koyrt í, er so at siga tómur. Vit, sum arbeiða her, hava tosað um, at minni rusk kemur, kanska serliga frá arbeiðsplássum og bingjuplássum. Ja, gongdin í samfelagnum sæst skjótt hjá teimum, sum heinta rusksekkirnar. Hesi siga, at minni rusk er - og tó. Vit eru í februar, og tá er rusknøgdin ofta minni.

Lagt varð aftrat, at í fleiri húsum á rutuni um dagarnar var einki rusk at heinta.

Um somu tíð, sum Portalurin fekk henda meylin frá fólki, ið starvast hjá IRF, ringdu vit á kommunalu brennistøðina - KOB - hjá Tórshavnar kommunu at fregnast. Vit spurdu, hvussu gongur at brenna undan.

- Um vit brenna í tveir tímar aftrat í dag, er ovnurin tómur, var stutta svarið.

Portalurin fer ikki at siga, at konjunkturkanningini hjá fíggjarmálaráðnum ikki er røtt, men rusk plagar at vera eitt sera gott barometur upp á keyp og nýtslu hjá vanligum løntakarum, men hvørki á brennistøðini á Hagaleiti, ei heldur á brennistøðini á Sandvíkarhjalla, hava tey trupulleikar við at brenna undan.