Hvar er útflutningsvirðið?

Oddagrein
-----------------

Tað tykist sum um, at tær politisku kreftirnar, ið høvdu ábyrgd av einum illa funderaðum fíggjarlógaruppskoti seinasta heyst, vilja benda almenna kjakið inn á eina kós, har ein myta skal sementerast um, at nýstovnaða samgongan ynskir hall á fíggjarlógini. Hetta er ikki rætt. Hevði undanfarni fíggjarmálaráðharri lagt eitt uppskot fram í august, ið hekk saman við eftirfarandi inntøkumetingum, so var hetta ikki eitt evni í dag.

Óansæð keksavgjøldum o.ø., so vóru inntøkumetingarnar hjá Karsteni Hansen alt ov høgar. Her eigur ein beinleiðis spurningur at verða til rætta avvarandi: Hví var ikki betri skil í inntøkumetingunum, tá man snikkaði eina fíggjarlóg saman, ið var so tepur, at sjálvt dikterað vinningsbýti og fuglar á takinum í form av væntaðari søluinntøku av bygningum var tikin við?

Her tykist verða eitt mynstur. Tá best stóð til vóru inntøkur landskassans undirmettar. Tá so inntøkurnar vóru hægri enn mett var, so steðgaði eingin á og spurdi, hví tær ikki vóru beinari. Nú kreppa er í næststørstu útflutningsvinnuni vísir tað seg at verða øvugt, har landskassans inntøkur hava verið yvirmettar. Hetta bendir á, at tað er ein grundleggjandi trupulleiki í mátanum, ið inntøkumetingar verða gjørdar uppá. Í hvussu so er kann ikki góðtakast, at inntøkumetingar fella við útvið 10% uppá fáar mánaðar, uttan okkurt heilt serligt hendir.

Hallið á fíggjarlógini skyldast í høvuðsheitinum ikki, at keksavgjaldið o.s.fr. ikki varð samtykt. Hallið er fyrst og fremst eitt úrslit av lækkandi skattainntøkum, ið ikki hava verið tiknar hædd fyri í fíggjarlógaruppskotinum. Óansæð, hvør hevur feilin, so er eitt figgjarlógaruppskot, ið í storan stíl yvirmetir bæði vanligan inntøkuskatt og partafelagsskatt, ikki eitt gott fíggjarlógaruppskot.

Eitt er so Karsten Hansen og nú væl og virðiliga punkteraða mytan um, hvussu tungt hann hevur sitið á lokinum, men eitt annað er, um kjakið um føroyska búskapin hevur verið á rætta spori?

Tað hevur verið sera nógv fokuserað uppá BTÚ frá eitt nú Búskaparráðnum, men hvar er útflutningsvirðið í øllum hesum her? Tað tykist sera einfalt, at tá nú føroyska útflutningsvirðið fellir við risastórum millióna upphæddum í alivinnuni, ið hevur staðið fyri útvið ein fjórðing av samlaða útflutninginum, so kann tað ikki koma óvart á nakran, at landskassans inntøkur fella, tá ein tíð er fráliðin. Tá fólk verða uppsøgd, so minka skattainntøkurnar hjá landinum, og tá stór partafeløg fara frá tíggjutals milliónum í yvirskoti til hall, so minka inntøkurnar frá partafelagsskatti.

Spurningurin er, um ikki tíð er at revurdera, hvussu vit hyggja at føroyska búskapinum. Útflutningsvirði er ein faktorur, ið ikki kann ignorerast, hóast tað tykist sum um hetta hevur verið gjørt politiskt og partvíst í ráðgevandi organum seinastu 6 árini. Úrslitið síggja vit í dag við einari fíggjarlóg, ið fer at tátta í hálvari milliard í arvaðum halli, um ikki okkurt munagott verður gjørt. Hetta hall er ikki, tí at nakar hevur ynskt tað. Hetta hall er, tí at metingarnar undir seinasta fíggjarlógaruppskoti eru skeivar. Ikki vakur varði eftir fíggjarpolitikkin hjá undanfarnu samgongu.

Sosialurin