Hvar er virðingin fyri føroyska demokratinum?

Oddagreinin í einum blaði er tað staðið, har leiðsla blaðsins ger vart við sína áskoðan um aktuel evni. Hetta var tað fyrsta, ið eg hugsaði, tá eg las oddagreinina í Sosialinum týsdagin t. 8. februar, ið snúði seg um ta sonevndu ?breiðu semjuna? um ríkisrættarligu støðu Føroya. Og tá greinin var lisin, kom eg at hugsa um eina aðra yvirskrivt, ið herfyri stóð yvir eini viðmerking hjá formanni Javnaðarfloksins, ið endurgivin eftir minninum ljóðaði nakað soleiðis: ?Nú mugu tit taka tykkum saman á Sosialinum?.

Ikki veit eg, um formaður Javnaðarfloksins fyri tíðina er nøgdur við Sosialin, men ikki haldi eg meg fara heilt skeiva, tá eg pástandi, at oddagreinarnar í Sosialinum endurgeva sjónarmiðini hjá Javnaðarflokkinum. Loyvi mær tí eisini at halda, at nevnda oddagrein inniheldur sjónarmiðini hjá Javnaðarflokkinum í sambandi við sonevndu ?breiðu semjuna?, ið so nógv hevur verið tosað um.


Skilji onki

Men tá ið eg hevði lisið oddagreinina nakrar ferðir, var eg ikki sørt sjelkað. Tí hon staðfestir, at tann breiða semjan: ??nú er uttan um Tjóðveldisflokkin?.

Uttan at nevna aðrar flokkar við navni gevur skrivingin seinastu vikuna einum varhugan av, at sipað verður til, at Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin umboða hesa ?breiðu semju?.

Nú kann tað vera, at eg fari skeiv, men eg helt annars, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vóru í andstøðu!?! Um so er, er okkurt spinnandi galið, tí hvussu kann ein breið semja um fullveldismálið gerast ímillum ein samgonguflokk og tveir andstøðuflokkar, uttanum tann størsta samgonguflokkin, meðan samgongan framvegis situr sum um onki varð hent???

Kanska okkurt av teim gløggu høvdunum á Sosialinum kann forklára mær, hvussu hetta kann bera til?


Demokratiski hugburðurin

Meðan vit bíða eftir eini nærri útgreining frá ábyrgdarhavaranum av oddagreinini um, hvat hann meinar við, tá hann skrivar hetta, kann eg ikki lata vera við at lata nøkur orð fella um demokratiska hugsunarháttin aftan fyri sjónarmiðini í henni.

Síðan samgongan varð skipað og fullveldisætlanin stungin út í kortið, hevur Javnaðarflokkurin ferð eftir ferð prædikað um demokrati og um sannan demokratiskan framferðarhátt í fullveldismálinum. Ja, av og á hevur tað næstan verið líkt til, at javnaðarfólk hava hildið, at Javnaðarflokkurin er einasta trygd fyri føroyska demokratinum.

Eg havi tó ógvuliga ringt við at fáa henda ?demokratiska hugburðin? hjá Javnaðarflokkinum at passa saman við oddagreinina í sosialinum, har andstøðuflokkurin Javnaðarflokkurin staðfestir, at tann ?breiða semjan? skal gerast uttanum størsta samgonguflokkin.

Tí Javnaðarflokkurin er ikki í eini støðu, har flokkurin kann diktera føroyskan politikk! Flokkurin umboðar 21.9% av veljarafjøldini, og er harumframt í andstøðu. Men kanska er trupult at sleppa gamla hugburðinum, ið helst stavar frá tíðini, tá Javnaðarflokkurin helt seg hava einkarætt uppá løgmanssessin.

Vil Javnaðarflokkurin gera breiðar semjur uttan um størsta samgonguflokkin, hevur parlamentariska demokratiið greiðar reglur fyri, hvussu farast skal fram. Javnaðarflokkurin kann seta misálitisváttan mótvegis landsstýrinum. Er meiriluti fyri hesum, kann flokkurin síðan arbeiða fyri eini nýggjari samgongu. Hetta eru tær demokratisku spælireglurnar, og tær eru eisini galdandi fyri Javnaðarflokkin!


Samstarvið við

danskar kreftir

Oddagreinin í Sosialinum týsdagin t. 8. februar er bert enn eitt dømi um eina viðmerking, sum av álvara hevur fingið meg at ivast í, um leiðsla Javnaðarfloksins í heila tikið hevur nakra sum helst virðing fyri føroyska demokratinum. Tann kendasta er fortalilsið hjá Poul Nyrup Rasmussen frá kongressini hjá donsku sosialdemokratunum miðskeiðis í september 1999. Har segði hann m. a., at hann og Eidesgaard ?_fra hver vores position gør, hvad vi kan for at hjælpe hinanden??.

Tíverri fyri báðar partar, var øll kongressin fest á band og løgd út á internetið, og harvið fekk føroyski almenningurin innlit í, hvat ið fór fram. Síðani tá, hevur formaður Javnaðarfloksins gjørt alt, ið hann er mentur, til at sláa alt hetta upp í glens og gera gjøldur burturúr atfinningunum mótvegis hesum samstarvi.

Men hann kann ikki renna frá tí veruleikanum! Føroya Landsstýri, ið er tann lógligt valda stjórnin í Føroyum, fyrireikar teir mest umrøðandi samráðingarnar í yvir 50 ár, meðan andstøðan við Javnaðarflokkinum á odda førir ein somikið harðan andstøðupolitikk, sum ikki er sæddur í Føroyum í nýggjari tíð. Samstundis vilja formaðurin í Javnaðarflokkinum (sum hóast oddagreinirnar í Sosialinum framvegis er í andstøðu) og formaðurin í størsta danska stjórnarflokkinum (sum eisini er forsætisráðharri), gera alt tað teir eru mentir fyri at hjálpa hvørjum øðrum! Ikki sær hetta vakurt út_!

Tí vil eg loyva mær at spyrja: Hvar er virðingin fyri føroyska demokratinum???

Og hvørjum áhugamálum arbeiðir leiðsla Javnaðarfloksins fyri, tá samstarvið við danskar kreftir er so eyðsæð, sum Poul Nyrup Rasmussen sigur tað vera???


Ein áheitan

Líkt er til, at oddagreinin í Sosialinum týsdagin er enn ein liður í hesum politikki. Hetta kann vera ein avleiðing av, at Sosialurin hevur ?tikið seg saman?, í samsvar við áðurnevndu áheitanina hjá Jóannes Eidesgaard, men føroyska demokratinum tænir hetta neyvan.

Mær er ikki møguligt, hvørki sum løgtingslimur ella sum privatpersónur, at siga Sosialinum, hvussu blaðið skal skriva. Hvaðna minni kann eg siga leiðslu Javnaðarfloksins, hvønn politikk flokkurin skal føra í fullveldismálinum.

Men eg vil heita á Sosialin um at vísa virðing fyri tí føroyska parlamentariska demokratinum!

Eg vil inniliga heita á bæði Sosialin og leiðslu Javnaðarfloksins um, at virða landsins lógligt valdu myndugleikar!

Og eg vil eins inniliga heita á leiðslu Javnaðarfloksins um at seta føroysk áhugamál fram um øll útlendsk, tá farið verður undir samráðingarnar í næstum!


Annita á Fríðriksmørk

løgtingskvinna