Hvar eru kommunufeløgini?

   

Tíðin er komin, har Kommunusamskipan Føroyar og Føroya Kommunufelag mugu standa saman sum ein maður og siga við landsstýrið, at nú er tað nokk. Tí landsstýrið hevur við sínum tiltøkum víst, at tað leggur ein lort í kommunurnar

Tað einasta sum landsstýrið skilur, er, at alt tos um útlegging til kommunurnar kann gloymast, til allar lógir um øktar útreiðslur og skerdar inntøkur hjá kommununum eru burturbeindar. Hetta er greið tala og kann ikki misskiljast, heldur ikki av landsstýrinum.
At kommunustýris-limir sita í samgonguni og góðtaka hetta, er heldur ikki skiljandi, tí kommunurnar kunnu ikki blíva við at átaka sær útreiðslur hjá landinum og góðtaka, at inntøkurnar blíva skerdar av landstýrinum.
Bert fríggjadagin 11. apríl 2003 vóru trý mál fyri á løgtinginum, sum áleggur kommununum útreiðslur við afturvirkandi kraft, hetta var:
?FAS-skatting
?Barnaansing
?Dagpengar til
tímalønt

Og í næstum kemur uppskot um landskatt og kommunuskatt, sum skerja inntøkurnar hjá kommununum enn meira.
Omanfyri nevnda er einki eindømi hesi seinastu nógvu árini, og ongin kommuna ella nakað kommunufelag við virðing fyri sær sjálvum kann finna seg í hesum, og er tíðin tí komin, har kommunur og kummunufeløg siga við landstýrið, at nú er tað nokk.
At hetta skuldi verði gjørt fyri langari tíð síðani, er nakað heilt annað, men betri seint enn ongantíð.