Hvar eru prógvini, Jørgen Niclasen?

Samstundis, sum landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum noktar at útflýggja uttanlandsnevndini skjøl, brúkar hann somu skjøl í flokspolitiskum spæli

Onki ber til saman við Europasamveldinum, og hitt sonevnda Álandsmodellið skulu vit gloyma alt um.

Tað er eitt mantra, sum Jørgen Niclasen – saman við tjóðveldismonnum – messar upp í saman, hóast hann sambært samgonguskjalinum skal seta fólk at kanna, hvat ber til saman við ES.

 

"Prógvið" hjá Jørgen

Sum prógv fyri pástandinum um, at ein smidlig loysn saman við ES ikki ber til, hevur landsstýrismaðurin alment boðað frá, at undanfarnir løgmenn, Anfinn Kalsberg og Jóannes Eidesgaard, hava vent sær til ES við sama spurningi.

Eisini skal Torbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismaður, hava sett ES sama spurning.

Allir skulu hava fingið noktandi svar.

 

Hvar eru prógvini?

Um tað veruliga er so, at almennu umboð Føroya hava verið í tingingum við ES um eitt so mikið týðandi mál, hví hevur hetta so verið hildið dult fyri almenninginum? Vit mugu krevja av landsstýrismanninum, at hann dokumenterar hetta.

Lat okkum fáa fakta á borðið heldur enn orðini hjá einum politikara, ið berjist ímóti, at Føroyar kunnu fáa eina smidliga loysn innan fyri ES.

Hvat við at vísa okkum referatini frá fundinum, sum tú sigur, at Annfinn Kalsberg hevði við ES-mynduleikar um at fáa Føroyar upp í ES eftir álendska leistinum?

Lat okkum somuleiðis fáa prógvini á borðið fyri, at Jóannes Eidesgaard skal hava spurt ES-mynduleikar um tað sama.

Og kom við fundarreferatum frá fundi, sum tú sigur, at Torbjørn Jacobsen hevur havt um sama mál.

Føroya fólk vil hava svar – og røtt svar – uppá hesar spurningar.

 

Spælir við skjøl

Sum fólkavaldur og limur í úttanlandsnevndini vil eg eisini vita, hvat stendur í brævinum, sum tú hevur noktað at utflýggjað limunum í uttanlandsnevndini, men sum tú kortini meinfýsin brúkar og siterar burtur úr á Fólkafloksfundi í Kollafirði herfyri.

Skjøl á borðið, Jørgen.