Abraham Mikladal
Hast verk er last verk, sigur orðatakið. Tí er tað sera ódámligt og ræðandi, at tvey álvarsmál nú skulu skundast ígjøgnum á tingið. Annað er "Uppskot til lóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera" og hitt er "Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Lov om Færøerenes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler""
Skundurin er so stórur, at tað helst ikki skal vera stundir til at lesa hvat stendur í hesum lógum, og enn minni at kjaka tað. Fleiri hava borði upp á mál, at her ruggar ikki rætt, og ógreiðan er so stór, at fleiri serfrøðingar í altjóða viðurskiftum ivast stórliga í, um hetta ikki er mønustingurin hjá sjálvbjargnis- og sjálvstýrisstríðið føroyinga, tey næstu 100 árini.
Alt sum er farið fram seinastu tíðina, fyrst allar hesar undirskrivingarnar og nú hesi lógaruppskot, sigur okkum, at her ruggar ikki rætt, okkurt liggur undir.
Ein lítil vón var, tá verandi samgonga var skipa, at fólkaflokkurin var við, hann mundi fara at tryggja at ongin vanlukka hendi á sambandsleið, men henda vón er so dyggiliga gjørd til skamma, tí fólkaflokkurin tykist vera ein sera líkasælur við spælari hjá sam-bands samgonguni. Hvar er tað radikala sjálvstýri?
Støðan í dag líkist óhugnaliga nógv støðuni um tað mundi, tá "loysing" hevði vunnið á fólkaatkvøðuni, og samráðingar vórðu tiknar upp av nýggjum við donsku stjórnina. Tá lat danska stjórnin gera eitt undirskjal nevnt "Motivering", sum donsku embætisfólkini høvdu við sær. Vit skulu minnast til, at tað um hetta mundi var alneyðugt hjá dønum at vinna sær undirtøku í Føroyum, men ikki minst at káva útyvir, ella leggja royktám útyvir tað beistagerð teir høvdu framt móti føroyska fólkinum, við ikki at viðurkenna úrslitið av fólka-at-kvøðuni. Nú skuldi málið gloymast. Og hvør skuldi hjálpa. Jú, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin.
Her er ein endurtøka burturúr hesum nevnda undirskjali, nevnt "Motivering": Kelda: Bókin "Kilder til Færøernes og Grønlands Historie".
"Med en tilstrækkelig fast, men samtidig rundhaandet Politik vil Lagtingspartierne og da navnlig Folkeflokken, som af Erhversmæssige Grunde, og Socialdemokratiet, som af sociale Grunde ønsker dansk kapital til Øerne, efterhaanden kunne indse, at kun ved at vide en forstaaende og venlig Holdning overfor Danmark vil de opnaa den økonomiske Hjælp, som de ønsker, ligesom de vil indse, at den Loyalitet, som Ordningen forudsætter, ikke blot skal udvises officielt, men ogsaa i Partiernes Presse og paa deres Møder.
.. Paa Linie med Tanken i nærværende Lovudkast vil en saadan Fremgangsmaade formelt være en Imødekommelse til Selvstyreønskerne, men reelt vil det bevirke en social- og erhvervspolitisk Kamp indenfor de færøske Partier om disse Midlers rette Anvendelse".
Endamálið var at brúka føroysku flokkarnar, at "bevirke en sosial- og erhvervspolitisk kamp" soleiðis at allar sjálvstýris røddir skuldu tagna í føroyskum politikki. Og tær flestu tagnaðu. Bara Tjóðveldisflokkurin helt og heldur fast við stríði fyri einum sjálvbjargnum og frælsum Føroyum.
Hetta er ikki einasta prógvi um, hvussu danska stjórnin brúkti føroysku flokkarnar, til at styrkja vald sítt í Føroyum.
Eitt annað dømi, sum eisini er vert at nevna, er tá Javnaðarflokkurin fekk fólkapensjónina at egna við. Her finnast eisini skjøl sum prógva at hetta var ein væl tilrætta løgd ætlan, ið Javnaðarflokkurin skuldi føra ígjøgnum í Føroyum, og aftur hesaferð var tað fyri at teppa sjálvstýrisrørsluna.
Í dag hava danir aftur brúk fyri Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum. Nú er tað tí, at Danmark vantast at siga ja, til ES grundlógina. Danska stjórnin veit væl, at tað eru ógreið løgfrøðilig viðurskifti millum Føroyar og Danmark. Hetta krevur, at tað verða knýttir nakrir nýggir knútar landanna millum. Teir hava hoyrt røddirnar úr Føroyum, ið siga, at føroyingar vilja yvirtaka øll málsøkið, tá danir lata síni fara til Brüssel.
Um 50 ár, fara vit enn eina ferð at lesa skjøl, ið prógva hvussu danir nú lumpaðu føroyingar. Hvussu teir fingu Løgtingið at samtykkja mál, ið tryggjaðu donsku stjórnina ímóti at skula lata málsøkir av hondum, ið hava avgerandi týdning fyri Danmark sum hjálandaveldi, og at tað vóru Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin sum vóru teir flokkar, ið gjørdu tað skitna arbeiði.
Alt hetta fær ein at hugsa ? hvat munnu teir fáa afturfyri? Er tað nóg mikið hjá fólkaflokkinum at fáa slanguna í landskassan eftir studningi til privatu vinnuna? Og hvat man Javnaðarflokkurin fáa afturfyri? - livst so spyrst.
Tað hevði sømt seg betur fyri allar partar, um teir lótu allan henda iva koma Føroyum og Føroya fólki til góða.
Vælsignaðir bíðið við at taka so stórar avgerðir, yvir háls og herðar, tað skapar ótryggleika, og tað sømir seg ikki at fara fram, á ein so ódemokratiskan hátt.