Jenis av Rana
Tríggir “tilburðir” í fjølmiðlunum seinastu daganar fáa meg at undrast og øtast og vildu vakt ótta, um eg ikki kendi skriftirnar.
Etiski framsøgumaður tjóðveldismanna, Finnur Helmsdal, viðger í bløðunum h. 27. og 28. januar ein ungan, ágrýtnan og skilagóðum hampamann, ið uttan iva øll, ið kenna og hava starvast saman við, hava alt gott at bera. Viðgerðin skuldast prát, Dimmalætting hevur havt við hendan unga stjórnmálafrøðing, har teir m. a. hava spurt hann, um § 266b burdi farið til fólkaatkvøðu. Niðurstøðan hjá Finni er, at maðurin, vegna svar síni, eitt annað prát, ið Sosialurin hevði við hann herfyri, og at hann er persónligur trúgvandi, ikki átti at verið skrivari í Stjórnarskipanarnevndini. Við øðrum orðum, so verður her lagt upp til at sortera fólk frá eftir hugsanum og trúgv - tað, sum í øðrum londum verður nevnt Berufsverbot.
Í Sosialinum fríggjadagin lesa vit prát við ymisk um nýggjársynski teirra v. m. Her síggja vit hetta sama ófrættakenda, sum í døminum frá Finni. Fitt og hugalig svar frá nøkrum, meðan ótolsemi, hatur og niðurgerðan merkja fleiri, og uttan undantak eru hesi frá fólkum, sum tóku lut í kjakinum um § 266b, har tey skuldsettu onnur fyri m. a. ótolsemi. Ikki bert eru svar teirra ein sjáldsom andsøgn, men tey vekja eisini eina ófrættakenda kenslu og undran yvir, hvat samfelag hesi, frá sálarfrøðingi yvir blaðfólk til politikara, ynskja.
Triði tilburðurin var at hoyra sjálvan nýggjársaftan í almenna Útvarpi Føroya. Har sótu tríggir gestir saman við verti og tosaðu um broytingina í § 266b. Sum eitt óløgi legði tann fyrsti av trimum tjóðveldismonnunum fyri við at samanbera føroyingar við aðrari hugsan enn hansara egnu um samband millum átrúna og politikk, við teir, sum í Miðeystri m. a. senda seg sjálvan og onnur ósek í deyðan bert fyri at vinna fram politiskt. Og eingin av hinum í útvarpsstovuni mótmæltu hesari niðurgerðan av øðrvísi hugsandi landsmonnum, hvørki gestir ella vertur!!!
Yvirskrift mín kundi eins væl verið ein fyrispurningur til øll hesi - hann í Dimmu, tey í Sosialinum og teir í Útvarpinum, um nær tey, heldur en at tosa um tað, fara at vísa næsta sínum tolsemi og virðing. Ella um vit, ið hugsa øðrvísi um m. a. § 266b og viðurskiftini millum politikk og átrúna, um vit kunnu vænta at fáa boð um at bera tekin, lík teim jødar fingu frá ávísum týskara, um Tjóðveldisflokkurin fær vald, sum hann hevur ætlanir um.
Havnin h. 31.12.06