Ása Olsen
Valevni Sjálvstýrisfloksins til Tórshavnar býráð
Sum umboð fyri Sjálvstýrisflokkin, so eru tað nøkur mál, ið liggja sera frammaliga í huga og er eitt av teimum eldraøkið.
Tað er ein sannroynd, at tørvurin á røktarheimsplássum kring landið er umleið 500-600 pláss og er sjálvandi ein stórur partur av hesum tørvi í Havn.
Hvar og undir hvørjum umstøðum búleikast hesi fólk? Heimarøktin er einasta stað, ið veitir hjálp á hesum øki í egnum heimi, og so við og við sum tørvurin veksur, alt meðan Heimarøktin ikki fær tilsvarandi hækkan í síni játtan, so verður hjálpin eisini hareftir.
Ein má bara ásanna, at høvdu vit ikki havt starvsfólk í Heimarøktini í dag, við royndum og vilja til at fáa tingini til at fungera, so hevði verið illa vorðið.
Tað er ein sannroynd, at bert tey fysiskt og phsykiskt sterku starvsfólkini klá trýstið, ið tað er, at renna hús úr húsi, altíð í tíðarneyð, og altíð at hava følilsi av, at ein ikki nær tað ein ynskir, tí at tørvurin bert verður størri og størri. Minnast skal eisini til, at tað er ikki sum á einum røktarheimi, har ein vakt alla tíðina avloysir eina aðra, ei heldur eru vit komin so langt at vit hava fingið sett døgnrøkt á stovn. Nei í mongum førum veit heimahjálpin, at tá hon hevur koyrt brúkaran í song um kvøldið, tá kemur ongin inn aftur fyrr enn næsta morgun.
Hettar eru umstøður vit í okkara kommunu hava bjóða okkara gomlu í gjøgnum nógv ár.
Eitt annað øki er barnaansingin, einligir forsyrgjarir, ið noyðast í útlegd, tí at tey ikki fáa hjálp, tey ungu, ið skulu seta búgv, hava orsakað av ogurs leiguprísum lítlan og ongan møguleika at spara saman til egnan bústað.At hesi økir hava fingið so lítla raðfesting er møguliga orsaka av, at tað eru ov fáar kvinnur umboðaðar í býráðnum.
Hettar er nakað bert tú kann broyta
Gott val!