Sum Johan Samuelsen, formaður í stýrinum hjá Dugna segði, so hevur Snorri Brend »dugnað arbeiðinum hjá Dugna« við sínum positivu blaðgreinum.
Men tað sum undraði okkum var tó, at Kringvarpið ikki møtir til eitt slíkt tiltak, og heldur ikki tekur upp tíðindaskriv, sum Dugni sendi út sama dag.
Ógvuliga løgið tykist hetta okkum. Tað einasta, sum var at hoyra í Kringvarpinum, var tá hetta varð lisið úr Dimmalætting klokkan 6:30 fríggjamorgunin, tá morgunvertirnir greiða frá, hvat bløðini skriva.
Tað hevði helst verið skilagott, um Helena Dam á Neystabø fylgdi politiska viljanum, so lýsingarpengarnir ikki verða drenaðir úr privatu miðlunum til alment substitueraða Kringvarpið, sum við politiskt stuðlaðari kappingaravlaging leggur sína køvandi hond yvir privatu miðlarnar, tí víst hava vit brúk fyri øðrum enn public service miðlinum.