Bergtóra Høgnadóttir Joensen
---------------------
Vinkona mín, sum arbeiðir við eldri menniskjum segði herfyri: “Eg vil, at eldru fólkini eg eri um, hava tað, sum eg sjálv fegin vil hava tað, tá eg gerist gomul. Soleiðis, sum eg vil, at mamma og pápi mín fáa tað, tá tey gerast gomul.” Haldi, hesin hugburður er hin heilt rætti, tá støða skal takast í mun til eldraøkið. Bæði í mun til innihaldið í gerandisdegnum og í mun til fysisku karmarnar.
Gleðist um, at mong hava hug at kjakast um eldrabústaðir. Jógvan Arge hevði grein í bløðunum um hetta í vikuskiftinum - eri samd í nógvum av tí, hann ber fram. Veit tó ikki, hvagani hann fær hatta við, at eg vil steðga ætlaðu røktarheimsbygginigini. Havi hvørki sagt ella skrivað eitt orð um tað! Men eg haldi, at vit eiga at endurskoða um verandi ætlanir eru tær rættastu. Eri púra við upp á at eldrabústaðir skulu byggjast. Men, eg kenni meg ikki sannførda um, at øll ætlaðu røktarheimsplássini eru hin skilabesta loysnin.
Eg hitni um oyruni, tá eg hoyri at:
• Eldru fólkini ynskja sær ikki eitt røktarheimspláss
• Aðrastaðni verður farið burtur frá hesum byggihátti og røktarheimspláss verða beinleiðis niðurløgd
• Hvørt røktarheimspláss kostar góðar tvær milliónir at byggja
• Rakstrarútreiðslan er ein hálv millión árliga – fyri hvørt røktarheimspláss.
• Í dag er talan um antin sethús ella røktarheim, tørvurin er fjølbroyttari enn so
• Okkum fer at tørva meir enn 700 starvsfólk innan Nærverk komandi árini, í stóran mun tí tað gerast fleiri og fleiri eldru fólk
Jógvan Arge lýsir væl í grein sínari, at neyðugt er við fjølbroyttum búmøguleikum og fíggingarmøguleikar. Júst so! Vil siga at tað er ‘essensurin’ í uppskotinum hjá tjóðveldi. Vit halda tað er ein trupulleiki, at landið rindar 700túsund fyri hvørt røktarheimspláss, 80túsund fyri hvørt sambýlispláss – meðan eingin stuðul yvirhøvur verður latin til aðrar eldrabústaðir. Við slíkum hugburði og stuðulsskipan verða sjálvsagt einans røktarheimspláss bygd.
Í álitinum um eldrabústaðir frá 2002 stendur m.a.:” Lutfalsliga stórar røktarheimseindir við 50 ella fleiri búfólkum kunnu, um tær eru bygdar og verða riknar á skynsaman hátt gerast bíligari í rakstri, soleiðis at ráð eisini eru til at veita fyribyrgjandi og heilsfremjandi tænastur. Í hesum høpi skal sigast, at stórar eindir ikki nýtast at gerast ópersónligir stovnar, men kunnu við nútíðarbyggihátti skipast í smærri heimligar eindir.”
Hetta stendur also álitið, sum fakfólk hava skrivað og hvat kemur burturúr? Trý av fýra røktarheimum, sum farast skal undir rúma einans 24 búfólkum! Grundgevingarnar fyri hesum sakni eg. Meini so við, tá har stendur svart upp á hvítt, hvussu raksturin gerst bíligari, hví ganga vit so ikki ta leið? Ikki minst, tá vit vita, at raksturin á hvørjum røktarheimsplássi er ein hálv millión árliga og tørvurin á starvsfólki á júst hesum øki veksur í hvørjum. Hetta grundgevur enn betri fyri fyri, at vit skulu byggja við størsta skynsemi, eisini í mun til starvsfólkatilfeingi. Tað snýr seg um trivnaðin – størst møguliga frælsið fyri tann einstaka. Vit mugu tó loyva okkum at hugsa í langtíðarhøpi – eisini samstundis, sum vit loysa akuttar trupulleikar.
Øllum hesum spurningum og ivamálum tørvar okkum at fáa lýstar og svaraðar í Trivnaðarnevndini. Eg gleði meg til tað. Gleði meg at hoyra Kommunusamskipan Føroya, kommunufelagið, Dennis Holm, Turið Jacobsen ergoterapeut, Nærverkið og fleiri afturat um hetta mál.