Hvassi á FM kós

5-mannafør gentur: Tað skal vilja illa til hjá teimum úr Sundalagnum, um tær eftir róður ólavsøkuaftan ikki fara at standa við FM gullinum. Nú fýra av sjey róðrum eru avgreiddir, er munurin frá Hvassa og aftur til Erlu Kongsdóttir fimm stig, og higartil hevur Hvassi ongantíð verið aftari enn nummar tvey.

Aftur í dag stóð kappingin bara millum hesar báðar bátarnar. Tað var ongantíð leyst teirra millum, og tá ið bátarnir fóru um málið, var Hvassi eina stóra hálva bátslongd frammanfyri.

Ivaleyst mundi róðurin og úrslitið kennast sum eitt sindur av einum vónbroti fyri fuglfirðingar, tí í upptøkuni hjá Kringvarpinum var vísningurin soleiðis, at Erla Kongsdóttir sást vera væl frammanfyri Hvassa.

Á Norðoyastevnu var Beinta nummar tvey. Síðani hevur báturin úr Miðvági verið á triðja plássi, og tað var hann aftur í dag.

 

 

1 Hvassi 05:25.23

2 Erla Kongsdóttir 05:27.11

3 Beinta 05:32.01

4 Spógvin 05:35.01

5 Sílið 05:44.15

 

Støðan

1 Hvassi 27

2 Erla Kongsdóttir 22

3 Beinta 21

4 Spógvin 16

5 Sílið 13

6 Drekin 5

7 Teistin 3