Genturnar umborð á Hvassa hjá Sunda Róðrarfelag vunnu sera sannførandi sigur á Norðoyastevnu. Tá ið Hvassi kom á mál, høvdu tær á Tambar hjá Róðrarfelagnum Knørri framvegis knappliga tríggjar bátslongdir eftir at rógva.
Drekin var góða løtu í kapping um triðja plássið við Ørnina. Drekin vann kappingina, og tað var um reppið, at Ørnin misti fjórða plássið.
Ørnin legði inn, áðrenn hon var komin á mál, men tað eydnaðist at taka síðstu tøkini, áðrenn Blikur og Teistin hjá Argja Róðrarfelag vóru komnir á mál.
Líkindini vóru orsøk til, at dómararnir gjørdu av at sleppa fasta startinum. Onkrir bátar komu tvørir, meðan teir lógu við fasta startin.
Dómararnir mettu, at tá ið talan var um lutfalsliga óroyndar rógvarar, so var skilabest at royna leysan start, og tá gekk tað skjótt at leggja bátarnar.
Norðoyastevna 2007 - 5 mannafør gentur
1 Hvassi 06:20.21
2 Tambar 06:28.00
3 Drekin 06:40.10
4 Ørnin 07:37.10
5 Blikur 07:42.24
6 Teistin 07:43.20
Støðan í FM - 5 mannafør gentur
1 Hvassi 7
2 Tambar 5
3 Drekin 4
4 Ørnin 3
5 Blikur 2
6 Teistin 1
Fyribils startrøðin á komandi stevnu
1 Teistin
2 Ørnin
3 Tambar
4 Hvassi
5 Drekin
6 Blikur
G.G.: Tíðirnar eru í 1/25-pørtum.