Úrslitið av samráðingunum innan fyri ídnaðar-umráðið hevur LO roknað út at kosta gott 7 procent fyri arbeiðsgevararnar tey komandi tvey árini. Tað vóru fleiri framstig í semingsuppskotinum, men limirnir søgdu nei. Vónirnar um longri frítíð vóru stórar og nógv hildu tí, at ein frídagur jólaaftan, sum var ísemingsuppskotinum innan fyri ídnaðin , var ov lítið - serliga nú, tá ið tann danski búðskapurin er so góður og arbeiðsgevararnir vinna meira, enn teir hava gjørt í nógv ár.
Høvuðsúrslitini í semingsuppskotinum fyri ídnaðin:
Løn: Minstalønin hækkar við tveimum krónum um tíman fyrsta marts í ár og við tveimum krónum fyrsta marts næsta ár til íalt 80,40 krónir um tíman. Taksturin fyri forskotna arbeiðstíð, yvirarbeiði og skiftilið hækkar í miðal við 8,5 procentum..
Skiftilið: Her lækkar arbeiðstíðin pr. viku á øðrum og triðja liði ein tíma við fullari lønkompensatión.
Lærlingar og ung: Lærlingalønirnar hækka millum 8 og 19 procent tey næstu tvey árini. Fyri at fáa fleiri lærlingar, hækkar løninin mest í byrjanini av lærutíðini. Tað man kallar ?ung-arbeiðarar? fáa 1,10 krónir meira til 45,60 krónir um tíman.
Pensión: Pensiónsgjaldið hækkar við 0,9 prosentum av lønini fyrsta juli í ár og næsta ár so tað samlaða gjaldið verður 5,7 prosent. Arbeiðsgevararnir gjalda tveir triðingar av gjaldinum.
Barnsburðir: Tímalønin tær fyrstu 14 vikurnar hjá mammuni og tær tvær vikurnar, sum pápin hevur rætt til, hækkar við 15 kr. til til 115 kr. um tíman.
Arbeiðstíð: Jólaaftan verður ein goldin frídagur. Tann vanliga arbeiðstíðin, sum arbeiðsgevarin kan ráða yvir, verður ein tíma longri frá klokkan 6 um morgunin til klokkan 6 um kvøldið. Fyrr var tað klokkan 6 um morgunin og klokkan 5 um kvøldið.
Um tað er semja á tí einstaka arbeiðsplássinum, kan arbeiðstíðin pr. viku skifta, bert hon er 37 tímar í miðal innan fyri eitt ár. Hetta var fyrr eitt hálvt ár.