Hvat bagir nú fólkafloksmonnum?

Hergeir Nielsen

Stórt hóvasták verður gjørt burturúr, at formaðurin í uttanlandsnevndini hevur borið fram skeiv tíðindi fyri fjølmiðlunum.
Soleiðis er ikki, og niðanfyri er prenta avrit av mínum tíðindum, sum greidliga lýsir, hvat fráboðað varð.
»Uttanlandsnevndin er vorðin samd um ikki at viðmæla, at løgmaður gevur NATO boð um at fara undir hesa ætlan sína, og nevndin hevur sent løgmanni eitt skriv, har sagt verður frá, at:
Vísandi til hernaðarsamtyktirnar, sum eru gjørdar í tinginum, er nevndin samd um, at hon fer ikki at siga sína hugsan um málið, fyrr enn eftir at eitt aðalorðaskifti hevur verið um framtíðarstøðu Føroya á verjupolitiska økinum.
Hildið verður, at tástani hevur uttanlandsnevndin fingið eitt haldgott grundarlag at halda seg til, áðrenn hon setur sær føri fyri at ráðgeva løgmanni í hesum máli.«
Væl og virðiliga er grundgivið, hví uttanlandsnevndin ikki gevur nakað viðmælið, og væl og virðiliga verður tikið uppaftur til seinast í sama skrivi, at:
»Ein samd nevnd heldur, at vit eiga at geva okkum ta tíð, ið rímilig er til eitt so stórt og avgerandi mál sum framtíðarstøðu Føroya á trygdarpolitiska økinum er.
Semja er um, at Føroya Løgting tekur hetta álvarsmál til umrøðu fyrst, og síðani setur uttanlandsnevnd løgtingsins seg aftur at viðgera málið, áðrenn hon fer at ráðføra seg við løgmann um hansara leiklut í hesum samanhangi.«
Hóast hesi 100% korrektu tíðindi og klokkukláru talu, so fer Jógvan við Keldu í útvarpið, tekur eina orðing burturúr sínum samanhangi, og sigur meg hava sagt ósatt.
Eg vænti at Jógvan við Keldu er so frægur maður, at hann umhugsar skuldsetingar sínar, og fær tær út av verðini.