Napolion Magnussen
????????????????????
Gjørdist ikki sørt kløkkur tá eg hoyrdi Karstin Hansen í Útvarpinum á døgura mikudagin 18/2. Segði, at teir ið nú eru komnir til, bert sáa mistreysti, nú útlitini eru nógv versnað.
Hann hevur sitið sum fíggjarmálaráðharri í seks ár vi bestu búskaparligu gongd, ein kann hugsa sær.
Hann hevur givið loyvi til at pumpa okkara almenna forbrúk upp á eitt alt ov høgt støði, ið nú má skrúvast niður.
Hann, og hansara samgonga, hevur ongar alternativar inntøkur skapt, men hevði, eftir hansara uppskoti, ætlanir um at hækka skatt og avgjøld fyri at klára at halda standardin í hann sjálvur hevur sett.
Hann hevur helst verið tann vánaligasti fíggjarmálaráðharrin, Føroyar hava havt. Ongin fíggjarmálaráðharri hevur hækkað so nógv um tað almenna forbrúkið sum hann og eigur hann tí at halda munn.