Bill Justinussen, løgtingsmaður
Sostatt feldi hesin viðurkendi listarmaðurin fyrst og fremst dóm yvir síni egnu listaverk, og í sama viðbragdi lyfti hann listina upp í hæddirnar. Hann dømdi listina hart júst fyri at geva henni sítt sanna virði. List er list, tí hon ber av tí vanliga, tí, sum øll kunnu avrika. Listarfólk eru úrmælingar, sum hava fingið serlig skapanarevni.
Men í dag kann ein og hvør kalla seg listarfólk. Onkur heldur enntá, at alt, sum skapað verður, er list. Gamaní, men samstundis dregur hetta listina niður av tindunum. Um øll eru listarfólk og alt er list, hvat er so list? Eyðkennið er júst, at hon skarar framúr. Vit kunnu øll gerast bergtikin av eini yrking, málningi ella sjónleiki. Vit undrast og ásanna, at hetta høvdu bert fá megnað at gjørt og staðfesta tí, at talan er um list. Heitið listarfólk er eftir mínum tykki eitt heiti, sum onnur eiga at geva einum. Ein yrking, bók, málningur, eitt lag, ein sjónleikur osfr. eru alt avrik, sum venda sær til onnur at gera sína meting um. Yrkjarin, sjónleikarin ella málarin sjálvur er ógegnigur at meta um sítt egna avrik. Tí ber tað í roynd og veru illa til at kalla seg sjálvan listarfólk; tað stendur til hini at avgera. Eins og tað illa ber til at kalla seg sjálvan kristnan, hóast flestu okkara brúka tað heitið um okkum sálvi. Hetta heitið er eins og heitið listarfólk ein æra, sum onnur krýna ein við, um ein livir upp til heitið. Øll kunnu kalla seg kristin, og í tí navninum er nógv ókristið framt, og harvið er heitið drigið niður á botn. Atferð, lív og avrik sýna, um talan er um ein kristnan somuleiðis við listarfólkinum.
At so nógv í dagsins samfelag krýna síni egnu avrik sum list, kann minka um virðingina fyri listini. Tí list er nakað, sum virðing eigur at vera um. Og tá nú listin eisini verður misnýtt til politiska propagandaherferð, missir listin sum heiti sítt virði.
Nú frættist um øðrvísi mótmælisgongu, fyriskipað av listafólki. Vónandi fer hendan mótmælisgongan at virða listina og ikki misnýta hana til propagandaherferð. Eg havi stóra virðing fyri list og listafólkum, tí hesi fáa meg støðugt at undrast og fegnast um serligu evnini, sjálvur Skaparin hevur givið listafólkum. Allar Guðgivnar gávur kunnu nýtast til tað, sum gott er, men tær kunnu samstundis eisini misnýtast til annað enn tað, tær vórðu givnar. Tí vil eg heita á øll listafólk um at halda virðingina fyri listini uppi.
Venda vit aftur til orðini hjá Ingálvi av Reyni, sála, kann aðalmálið hjá einumhvørjum myndlistafólki vera at mála EIN góðan málning kanska tveir. Hjá skrivandi listafólki kann málið so samsvarandi vera at skriva EINA góða yrking ella bók.
[email protected]