Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag
-----
Síggi at tveir av nevndarlimunum hava hug at fýlast á fíggjarstýringina í FF, at nevndarsamsýningarnar eru ov høgar, og at kostnaðurin til sakførara er farin upp. Harmiligt, at nevndarlimirnir ikki vilja taka hetta upp innanhýsis, soleiðis at vit kunna loysa málini á ein virðiligan hátt.
Eg hevði upprunaliga ikki ætlað at viðmerkt greinarnar, men tá ið eg nú havi fingið óteljandi áheitanir um hetta, so skal eg skriva nakrar útdýpandi reglur.
Viðvíkjandi spurningum um fundarpeningin, so er at siga, at samsýningarnar sjálvandi eru farnar upp, tí fleiri fundir eru hildnir. Í 2008 vóru sáttmálasamráðingar, og hetta merkti sjálvsagt, at nevndin hevði økt fundarvirksemi og samráddist nógv í november/desember. Eitt úrslitið av hesum var sjálvsagt, at meir fundarpeningur var útgoldin.
Samsýningar í FF
Viðvíkjandi samsýning, so fær formaðurin í FF fasta mánaðarløn og nevndarlimirnir fáa eina lítla mánaðarliga samsýning, fundarpening umframt ferðaendurgjald. Tá ið samráðingar hava verið, eru onkrir bidnir um at vera heima ein túr, og hevur fiskimannafelagið so endurrindað kostnaðin fyri túrin – hetta er hent undir samráðingum fyri einstakar nevndarlimir.
Umframt at vit hava havt sáttmálasamráðingar, so hevur nógv eyka fundarvirksemi verið orsaka av, at vit hava arbeitt við at gera eitt nýtt hús, sum skuldi verið fullkomiliga liðugt í februar mánaði, vit hava skift tryggingar, vit hava arbeitt virkið við at fáa gjørt eina eftirlønarskipan umframt at fleiri mál eru tikin upp.
Um nevndarlimir halda, at samsýningarnar eru ov stórar, ella at teir fáa ov nógv, so kunna teir leggja uppskot fram um at minkað ella strikað fundarpeningin ella ta føstu mánaðarsamsýningina. Til ber eisini at fara yvir í eina tímaskipan, soleiðis at peningur fæst fyri hvønn fundartíma.
Teir sum nú beint eftir landsfundin fýltust á, at teir fáa ov nógv í nevndarsamsýning hava higartil ikki gjørt nakað arbeiði innanhýsis fyri at minkað samsýningarnar – tvørturímóti!
Føra fleiri sakir
At nevndarlimir hava ilt av, at sakførarakostnaðurin er øktur, er mær óskiljandi.
Í grundini áttu nevndarlimir at fegnast, tí;
• vit taka fleiri mál upp,
• vit tryggja okkum, at tað vit gera løgfrøðisliga er forsvarligt
• vit føra fleiri sakir vegna limirnar.
Tað kann vera, at næstformaðurin heldur, at tað er í lagi, at ein reiðari av sínum eintingum broytir sáttmálan og gevur yvirmonnunum meir og tekur meir í sín part, men gevur minnið til okkara limir, men tað haldi eg, og ein meiriluti í nevndini ikki, og tí gjørdist hetta málið stórt, eins og onnur líknandi mál eru tikin upp.
Tá ið sáttmálin verður brotin, so hava vit sum felag skyldu at føra sakir fyri limir okkara. Ongin reiðari verður drigin í rættin uttan fyrst at hava fingið møguleika at rættað feilir sínar, men vit mugu ikki lata reiðarar sleppa, sum tilvitað bróta sáttmálan.
Vit mugu føra sakir í slíkum førum, og tað hava vit gjørt, og tað skulu vit halda á við at gera.
Endamálið við FF
Vit mugu spyrja okkum sjálvi, hvat er endamálið við fiskimannafelagnum?
Í mínum hugaheimi er fremsta endamál at virka fyri limirnar, og um tað so merkir, at rokningin til sakførara gerst størri og yvirskotið minnið, so má tað vera so.
Tað kann heldur ikki vera meiningin, at vit taka nógvan pening frá limum at seta til síðis. Tað má ikki vera ein spurningur um vit hava ráð at hjálpa einum limi, tá ið hann hevur tørv á tí.
Vit skulu fyrst og fremst tæna limunum, og tað gera vit við at vera eitt virkið og livandi felag, sum gevur fleiri limafyrimunir og sum verjir limin, um hann er fyri órætti. Hetta hevur verið og er mítt fremsta áhugamál sum formaður í Føroya Fiskimannafelag.