Hvat er hent á føðideildini?

Nú eru eftirhondini nógvar vikur síðani, at vit byrjaðu at hoyra um stríðið á føðideildini. Nú eru 33 yrkisfeløg eisini komin upp í leikin. Men hvat snýr tað seg í veruleikanum um? Vit taka málið í stuttum.

8. mars 2005:
Kunnandi fundur um umleggingar á Landssjúkrahúsinum.
Landsjúkrahússtjórin kallar inn til ein kunningarfund um ætlaðar umleggingar á m.a. føðideildini. Ætlanin hevur verið leingi ávegis. Upprunaliga var ætlanin ikki, at størv skuldu sparast burtur, men við verandi fíggjarlóg er tað vorðið neyðugt. Ætlaninar verða lagdar út til hoyringar.

10. mars 2005:
Umleggingar á føðideildini á Landssjúkrahúsinum føra við sær at nøkur størv verða spard burtur, men kortini fer tænastan at batna.
Poul Geert Hansen, stjóri á Landssjúkrahúsinum, sigur við Sosialin, at tað ber til at spara, samstundis sum tænastan til sjúklingin verður betri.
Tað skulu umleggingar, sum ætlanin er at seta í verk á føðideildini og á psykiatriska deplinum, vísa.
Hann sigur, at politiska kravið til Landssjúkrahúsið, er, at 3,5 milliónir skulu sparast í ár.

11.mars 2005:
Umleggingarnar á føðideildini seta trygdina hjá sjúkum pinkubørnum í vanda, sigur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
? Felagið mótmælir harliga ætlanini hjá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum, at siga átta sjúkrarøktarfrøðingum á føðideildini úr starvi, samstundis sum annar starvsbólkur verður settur inn á deildina í staðin, sigur felagið í eini hvassorðaðari yvirlýsing.
Felagið sigur, at tað er beinleiðis at reingja sannleikan, tá ið sagt verður, at tað liggur bæði ein sparing og ein menning í hesi ætlan.

14.mars:
Ongin orsøk til at ivast í trygdini hjá pinkubørnum á Landssjúkrahúsinum
? Tað er óetiskt at siga at trygdin hjá sjúkum pinkubørnum og barnakonum verður sett í vanda á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, sigur Eyðfríð Jacobsen, forkvinna í Ljósmøðrafelag Føroya.

22.mars:
Landssjúkrahúsið hótt av verkfalli
? Umleggingin á føðideildini á Landssjúkrahúsinum er ein krígsavbjóðing.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir á Landssjúkrahúsinum hótta nú beinleiðis við verkfalli, verða ætlaðu umleggingarnar á føðideildini á Landssjúkrahúsinum settar í verk.
Tær gera Hans Paula Strøm púra greitt, at tær fara undir ongum umstøðum at góðtaka ætlaðu umleggingarnar.

8.apríl:
Hoyringssvar frá sjúkrarøktarfrøðingunum á A2:
Okkara niðurstøða er, at LS leiðslan ikki hevur sett seg inn í hvørjar avleiðingarnar verða av ætlaðu umleggingunum. Góðskan til brúkaran versnar munandi. Umleggingarnar fara ikki at geva ein meiri rationellan rakstur, sum LS leiðslan vil vera við.


13.apríl:
Rýma av føðideildini á Landssjúkrahúsinum
Stemningurin er nú so vánaligur, at tríggir sjúkrarøktarfrøðingar eru farnir av føðideildini og vandi er fyri at enn fleiri fara sama veg
Tveir sjúkrarøktarfrøðingar hava sagt upp og ein er farin í farloyvi.


15.apríl:
Avgerðin tikin: Um ein mánað verður føðideildin umskipað
Stjórin á Landssjúkrahúsinum sigur, at nógv umstríddu umleggingarnar á føðideildini verða settar í verk og hann vónar at tað kann gerast um ein mánað.
? Ongi røktarstarvsfólk verða søgd upp, men ósett og komandi leys størv, verða ikki sett aftur fyrrenn vit eru komin niður á starvsfólkatalið sum ætlað, sigur Poul Gert Hansen.

18.apríl
Ljósmóður yvirtekur leiðsluna á føðideildini
? Ein ljósmóður er settur sum leiðari á føðideildini á Landssjúkrahúsinum.
Sjúkrarøktarfrøðingurin, sum var leiðari á føðideildini, er sett frá og ístaðin er ein ljósmóður sett sum leiðari.
Men beint undir leiðaranum eru so tveir millumleiðarir settir á jøvnum føti, ein ljósmóður og sjúkrarøktarfrøðingurin, sum áður var leiðari.
Leiðslan á Landssjúkrahúsinm sigur, at hetta er ein fyribils loysn, tí áðrenn eitt ár er farið, skal lýsast eftir nýggjari leiðslu.

04.mei
Fráboðan um verkfall
Frá fríggjadegnum 6. mai kl. 08.00, verður nokta limum felagsins at taka upp arbeiði á hesum støðum:
Landssjúkrahúsið: Skurð- og narkosudeildin, sjúklingaskrivstovan, trissan, Medisinskt ambulatorium G3, tó undantikið dialysu og onkologi. Kirurgiskt- og ortopædiskt ambulatorium, Útistova, Eygnadeildin og Oyrna- nøs- og háls deildin.
Klaksvíkar sjúkrahúsi: Skurð- og narkosudeildin
Suðuroyar sjúkrahúsi: Skurð- og narkosudeildin
Heilsuskúlanum á Tvøroyri.

04. mei
Metir verkfallið vera ólógligt
- Leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur ongan sáttmála brotið, og má verfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum tí metast at vera ólóligt, sigur Hans Pauli Strøm, sum kortini framvegis ikki ætlar sær at leggja seg út í ósemjuna millum partarnar.

04. mei:
Landsstýrið skjýtur málið inn fyri fútarættin

04. mei:
16 yrkisfeløg mótmæla harðliga, at fútarætturin verður nýttur at loysa trupulleikar á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

05. mei:
Fútabann móti verkfallinum
Um 21 tíðina avgjørdi dómarin í fútarættinum, Peter Flügger, at verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum er ólógligt.

06. mei:
Verkfallið avlýst!
Verkfallið, ið varð lýst at verða 6. mei kl. 8. verður hervið avlýst vegna fútaforboð.

09. mei:
Ætla at seta tiltøk í verk
Starvsmannafelagið bjóðar 33 feløgum, sum hava sáttmála við fíggjarmálastýrið, til fundar. Ætlanin er at umrøða verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum bleiv steðgað av fútabanni. (Sí viðmerking frá Gunleivi Dalsgarð aðrastaðni á síðuni)