Hvat er kemoterapi?

Tað var av tilvild, at funnið varð fram til kemoviðgerð móti krabba. Vit skulu heilt aftur til krígstíðina fyri at finna svarið upp á, hvussu funnið varð fram til, at krabbamein kann viðgerast við heilivági

Kemoterapi er ein medisinsk viðgerð. Sjúklingurin verður viðgjørdur við heilivági, ið hevur evni, sum drepa krabbakyknur. Heilivágurin ger, at kyknurnar ikki kunnu deila seg, soleiðis at krabbaknúturin sleppur at veksa.
Í stuttum kann sigast, at kemoviðgerð ger skaða á krabbakyknur, meðan frísku kyknurnar endurbyggja seg sjálvar eftir viðgerðina.
Evnini í kemo virka ymiskt á krabbakyknurnar, sum verða órógvaðar í ymiskum stigum. Tí er vanligt, at evnini í viðgerðini eru ymisk fyri, at úrslitið á tann hátt kann gerast hitt besta.
Kemoterapi verður sum oftast givið úr eini slangu, sum verður førd inn í eina blóðæðr.

Ymisk hjáárin
Tá sjúklingur fær kemo, virkar viðgerðin eisini á frísku kyknurnar. Men, frísku kyknurnar hava - í mun til krabbakyknur - evnini til at endurbyggja seg aftur. Hetta skulu tær hava tíð til. Tí ber ikki til bara at geva kemo í stórum nøgdum fyri at týna krabbakyknur. Skulu frísku kyknurnar megna at fylgja við, er neyðugt við steðgi millum viðgerðirnar.
Sjúklingar, sum verða viðgjørdir við kemo, fáa ofta eina røð av hjáárinum. Hetta kann eitt nú vera kvalma, og sjúklingar kunnu eisini spýggja. Summi føla seg maktarsleys og illa til passar, og tey eru eisini mong, sum missa hárið.
Orsøkin til, at sjúklingar missa hárið, er, at viðgerðin skaðar kyknurnar í hárrótunum. Vanligt er, at hárið byrjar at veksa út aftur einar tveir mánaðir eftir, at viðgerðin er liðug.

Av tilvild
Tað var av tilvild, at funnið varð fram til kemoviðgerð móti krabba.
Vit skulu heilt aftur til krígstíðina fyri at finna svarið upp á, hvussu funnið varð fram til, at krabbamein kann viðgerast við heilivági.
Bæði undir fyrra og seinna heimsbardaga varð sinnopsgass brúkt sum kemisk vápn. Seinni, tá líkskurður varð gjørdur av fólki, sum doyðu av sinnopsgassi, varð funnið fram til, at líkini høvdu eitt óvanliga lágt tal av hvítum blóðlikamum.
Í umleið 1940 fekk amerikanska verjumálaráðið tveir farmaceutar at kanna hesi viðurskifti nærri. Eftir at ein røð av væleydnaðum royndum vórðu gjørdar við mús, royndu hesir báðir farmaceutarnir at viðgera ein sjúkling, ið hevði krabbamein. Henda viðgerðin gekk eisini rættiliga væl.
Nógvar royndir seinni kundi staðfestast, at krabbamein eisini kann viðgerast við heilivági.
Nøkur ár seinni - í 1965 - hendi enn eitt framstig við kemoviðgerðini. Nú varð funnið fram til, at krabbakyknur kunnu broyta seg og gerast mótstøðuførar mótvegis kemoterapi. Men, nú varð so eisini funnið fram til, at um fleiri ymisk evni vórðu blandað saman, var betri møguleiki fyri at avmarka mótstøðuføri hjá krabbakyknunum.

At yvirliva
Menningin av medisinsku viðgerðini hevur gjørt lívið nakað lættari hjá nógvum krabbameinssjúklingum, og viðgerðin ger møguleikan fyri at yvirliva sjúkuna nógv størri.