Hvat er stoltleiki, ein føroyingur og ein tjóð?

Jóanes Nielsen skrivar í Sosialinum, at javnaðarmenn síggja deprimeraðir út. Ja tað kann gott vera, at onnur síggja okkum soleiðis. Men um man generaliserar, hevur hann nokk rætt. Fólkafloksmenn síggja hálir út og tjóðveldismenn eru altíð óðir. Minst til at eg generaliseri - sjálvandi kunnu tjóðveldismenn vera glaðir viðhvørt. Men teirra inngongd til verðina er negativ. Teir eru kúgaðar - vit eru ein kúgað tjóð - og vera ikki heilt glað fyrr enn vit fáa tjóveldið.

Men hvat skal man brúka hesar generaliseringarnar til, annað enn at flenna at hvørjum øðrum. Tað eru vit føroyingar jú heimsmeistarar í. Tað er eitt eyðkenni í okkara mentan, sum nokk hongur saman við, at samfelagið er so lítið.


Hvat er ein føroyingur?

Tað var nú ikki Jóanes, sum fekk meg at tríva í pennin, men kjakið um stoltleika og tað at vera føroyingur. Eg eri føroyingur og búgvi í Danmark, so eg fái ofta at vita, at eg skal blanda meg uttan um tað føroyska kjakið. Tað er sum so í lagi. Men um eg eri føroyingur ella ei, kann eingin uttan eg avgera. Eg veit, at eg eri føroyingur og tað fari eg altíð at vera, óansæð hvar í verðini eg fari at vera.

Fyri mær er tað natúrligt at fara aftur til Føroyar at búgva, akkurát sum tað er natúrligt at fara at búgva onkra heilt aðrastaðni. Verðin er vorðin lítil. Tað er skjótt at ferðast millum lond og tað er eisini blivið bíligari. Fyrr í tíðini gingu tað fleiri ár ímillum, at føroyingar búðsitandi í útlondum komu heim. Soleiðis er tað ikki longur.

Stórur var tí kvøkkurin, tá ið eg las um heimarætt í Sosialinum. Nú skuldu føroyingar í útlondum velja, um vit vildu hava heimarætt ella ei. Eg sá beinan vegin eitt heimalamb fyri mær, sum stóð bundið við eini hús. Eg vil ikki vera bundin sum eitt heimalamb. Eg vil ferðast frítt millum lond. Tí eri eg glað fyri mítt ES-pass, sum gevur mær møguleika fyri ferðast og arbeiða frítt í øllum ES-londunum. Tað vil eg heldur býta við eitt verðinspass enn við eitt minni pass.

Eg fekk marruna og droymdi, at eg stóð framman fyri tí føroyska tjóðrættinum og skuldi velja, um eg vildi hava heimarætt ella mítt ES-pass og missa rættin til seinni at kunna búgva í Føroyum. Øll familjan stóð og hugdi undrandi at mær. Tey skiltu ikki, at eg ikki bara valdi heimarættin. Ert tú ikki føroyingur, spurdu tey undrandi. Jú svaraði eg, men eg vil eisini eiga rætt til restina av verðina. Men til alla lukku vaknaði eg, áðrenn eg náddi at velja, tí tað ynski eg ikki, og heimarætturin er til alla lukku farin eitt sindur aftur í seg sjálvan fyri eina tíð.


Hvat er stoltleiki?

Tað verður nógv skrivað um stoltleika - at vera stoltur av at vera føroyingur. Eg veit ikki um eg eri stolt av at vera føroyingur. Men tað er eingin ivi um, at eg eri glað fyri at vera føroyingur, og haldi at føroyingar eru eitt stolt fólk.

Vit hava verið stolt, óansæð um vit hava hoyrt til tann danska ríkisfelagsskapin. Omma mín, sum ikki dugir at skriva føroyskt, tí hon gekk í skúla í Havn, har danska ?øvrigheitin? ikki meinti, at tað var eitt mál, sum var vert at læra, er ein stolt kvinna. Tað var hin omman eisini, sum lærdi at skriva føroyskt, tí hon búði langt frá donsku øvrigheitini. Men eg havi aldri merkt á teimum ella hoyrt tær siga eitt ringt orð um Danmark ella danir.

Ríkisfelagsskapurin hevur aldri givið mær nakra orsøk til at vera minni stolt av at vera føroyingur. Tað greiði eg eisini dønum frá, tá teir prika til okkara leiklut í ríkisfelagsskapinum. Fyri stuttum var tað ein dani, sum spurdi, um vit ikki kundu finna onkran, sum vildi keypa Føroyar. Eg spurdi, hvaðani hann kom. Hann kom úr Brønshøj - ein býarpartur í Keypmannahavn. Eg spurdi, um vit ikki líka so gott kundu finna ein, sum vildi keypa Brønshøj. Hann skilti ikki heilt samanberingina. Men eg greiddi honum frá, at eg var borin í heim í Føroyum, sum eisini er ein partur av danska ríkinum, og havi somu rættindir sum hann - so vit kunnu líka so gott selja Brønshøj, um nakar keypari er. Tað gav honum eitt sindur at hugsa um.

Danir vita ógvuliga lítið um Føroyar og tað føroysku søguna, somuleiðis sum vit heldur ikki læra serliga nógv um tey donsku viðurskiftini. Men greiðir man dønum frá, hvussu viðurskiftini eru millum Danmark og Føroyar, tá teir koma við smartum viðmerkingum, kann man ofta fáa nógv upp á pláss. Tá uppfata teir ein sum stoltan av at vera føroying og hugsa seg kanska eitt sindur betri um næstu ferð. Tá ið man lesir tey føroysku bløðini fyri tíðina um relatiónirnar millum Føroyar og Danmark, fær man varhuga av, at tað mesta hevur upprunastøði í undirlutakenslum í staðin fyri stoltleika.


Hvat er felagsskapur og hvat er ein tjóð?

Tað er ofta so, at fólk í smáum samfeløgum hava nógv til felags, meðan fólk í stórbýum hava nógv til felags. Tað er líka mikið, um ein býr í New York ella London. Sjálvt um mentanin er ógvuliga ymisk, minnir tað dagliga lívið um hvørt annað. Ein new-yorkari hevur nógv lættari við at falla til í London enn í einari lítlari amerikanskari bygd. Akkurát sum ein amerikanskur bygdamaður ikki hevur nakað til felags við ein new-yorkara. Fátæk børn, sum leita eftir mati í einum ruskdunga í New Dehli hava eisini meira til felags við tey fátæku børnini í útkantinum av Chicago enn við teir ríku indararnar. Hesi børnini hava ikki yvirskot til at hugsa um, hvørjum landi tey búgva í, og tey eru heldur ikki serliga stolt av at vera indarar ella amerikanarar.

Tey ungu í dag føla seg alt meira sum heimsborgarar. Tað heims umfevnandi sjónvarpið og inter-netið fremja hetta. Um tú hevur áhuga fyri einum serligum evni, er tað meiri sanlíkt, at tú finnur áhuga-felagar í Kina, Chile ella Canada enn í Føroyum. Hesar kanst tú uttan trupulleikar tosa við á netinum, tí øll hava lært fremmand mál. Tað gevur eitt annað forhold til sítt egna land. Men felagskenslan til nærsamfelagið verður ikki minnið. Tvørturímóti, men tjóðarfelagskenslan broytist.


Er ein tjóð góð bert hon er ein tjóð?

Man kann nú spyrja, hvat eg vil siga við øllum hesum. Høvuðsorsøkin er at gera vart við, at verðin ikki bert er svørt og hvít, sum man annars kann fáa varhugan av við at lesa føroysk bløð í løtuni. Verðin er full av litum og gongur ikki undir í morgin! So tað er góð tíð til at finna eina góða loysn fyri Føroyar. Tað er eisini avgerandi, at so nógv sum møguligt vera samd í einum so týðandi máli, sum tjóðveldið ella fullveldið er. Tað er ikki nokk at 51 prosent av teimum sum búgva í Føroyum eru samd.

Sjálvt um øll ikki eru samd við Javnaðarflokkin, mugu øll kunna vera samd í tí eina grundprincippinum í tí demokratisku sosialismuni - nevnuliga demokratinum. Tað snýr seg um, at at øll skulu við. So nógv sum møguligt mugu skilja, hvat tað er, man vil við framtíðini. Tað nyttar einki at taka týdningarmiklar avgerðir um framtíðina, sum annar hvør borgari ikki skilir ella ikki er samdur í.

Tjóðveldisfólk siga, at einki fólk uttan sjávstýri hevur tað gott. Hasum kann man líka so væl venda við og siga, at nógv fólk avgjørt ikki altíð hava tað gott, bara tí at tey liva í einari sjálvstøðugari tjóð. Hygg at øllum teimum nýggju tjóðunum eystanfyri - tær eru nýliga vorðnar sjálvstøðugar. Tjóðveldisfólk siga eisini, at øll lond, sum eru vorðin sjálvstøðug, hava fingið tað betri. Hesum kann man eisini venda við og siga, at tey lond, sum eru í ríkisfelagsskapi við onnur lond, hava tað betri. Til dømis eru livikorini í Føroyum og Álandi nógv hægri enn á Malta, sum m.a. verður víst til í blaðtjakinum.

Ein tjóð er ikki bert ein tjóð. Man fær ikki automatisk eitt betri lív í Føroyum, tá Føroyar vera sjálvstøðugar. Tað fáa bert tey, sum grundleggjandi hava tað ringt við at hoyra til eitt størri ríki. Tey sum hava tað gott við at hoyra til ein størri felagsskap, sum til dømis Danmark, fáa tað ikki betur av at verða ein føroysk tjóð. Og tað má man kunna siga hart og samstundis vera stoltur av at vera føroyingur! Tað merkir ikki, at tað ikki eiga at fara broytingar fram í Føroyum og í samarbeiðnum millum Føroyar og Danmark. Tað vísti kreppan heilt klárt. Men tað er ein heilt onnur søga.


Marita Dalsgaard