Í sambandi við, at Darwin vildi fylt 200 ár í ár, verða áhugaverdir fyrilestrar um Darwin, samfelag og mentan á Náttúrugripasavninum mikukvøldið 5. august 2009. Hans Andrias Sølvará fer at halda fyrilestur undir heitinum: ?Menningarlæran hjá Darwin í heimspekiligum/ vísindaástøðiligum høpi ?. Menningarlæran hevur fingið ómetaliga stóran týdning á samfelag og mentan í vesturheiminum seinastu 150 árini, men atfinningarnar móti læruni hava eisini verið nógvar og harðar. Í hesum fyrilestrinum verður menningarlæran og tær atfinningar, sum hava verið frammi ímóti henni, settar inn í eitt vísindaástøðiligt høpi, har nomið verður við tann heimspekiliga spurningin um, hvat vísindi yvirhøvur er fyri nakað.
Kirsten Brix fer at halda fyrilestur undir heitinum: ?Menningarástøði og hugmyndafrøði? við undirheitinum ?Brotmynd í fýra pørtum um vald og kyn við støði í bókmentaligari viðgerð?. Menningarástøðið eftir Charles Darwin er eitt náttúruvísindaligt ástøði, men tað hevur frá byrjan verið atvoldin til hugmyndafrøðiligt stríð av ymiskum slag. Við støði í trimum bókmentaligum tekstum verður í fyrilestrinum roynt at viðgera ymisk brigdi í tí hugmyndafrøðiliga stríðnum við tí fyri eyga at lýsa, hvørji evni hanga uppi í hesum stríði, og hvørji perspektiv eru í tí.
Tiltakið verður í framsýningarhølunum hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð mikukvøldið 5. august 2009, kl. 19.30.