Lilian:
Lilian fer í ein silkikjóla, ið gongur heilt niður á hælin. Kjólan hevur hon bílagt frá eini sjálvlærdari seymikonu, Fríðgerð Løkjá, ið vanliga seymar klæði fyri fólk. Lilian hevur tó sjálv fingið hugskotið til kjólan frá myndum úr ymiskum bløðum. Kjólin hevur opnan rygg, har stropparnir eins og krossa aftan, gongur niður í ein odd á hálsinum og verður helst grøn- ella turkislittur. Smúkkurnar, Liljan fer at hava til kjólan, eru nakað hippie-kendar og av merkinum Pilgrim. Og hárið fer ein vinkona, ið er í læru til frisør, at seta, men Lilian væntar, tað fer at vera leyst við krúllum.
Jóhanna:
Jóhanna ætlar sær í ein svartan síðan kjóla. Kjólin hevur klænar stroppar og gongur eins og út í eitt V á rygginum. Skógvarnar, Jóhanna, hevur valt sær til kjólan, hevur hon keypt sær í Danmark. Teir eru svartir á liti, hava ein lítlan fittan hæl og eru prýddir við diamantperlum. Jóhanna ætlar sær til frisør í vikuni, har hon hevur í kvittan at fáa ráð um, hvussu hon skal hava hárið til Planet Galla. Men tó væntar hon, at hárið verður leyst. Onkran prýðislut fer Jóhanna eisini at keypa til klædnasettið í vikuni.
Rannvá:
Kjólin, Rannvá ætlar sær í á Planet Galla, er brúnur, hevur klænar stroppar og ymiskar gulltræðrir seymaðar á. Skógvarnir eru svartir, hava høgan hæl og eru eins og spískar sandálir. Hárið væntar Rannvá, hon fer at slætta. Og um hálsin fer hon at hava eitt hálsband, hon fekk frá eini vinkonu á jólum, við diamantperlum.
Maiken:
Maiken ætlar sær í ein svartan silkikjóla við stroppum, ið mamma hennara hevur seymað. Kjólin er ógvuliga síður heilt niður á hælin men annars er hann sera einfaldur. Tó ætlar Maiken sær kanska at seyma nakrar perlur á kjólan og at hava eitt sjál um herðarnar. Skógvarnir hjá Mailken eru eins og lakkskógvar, hava ein lítlan fittan hæl, spenni og eru svartir. Hvat hon fer at hava í hárinum og av tilhoyri, hevur hon ikki avgjørt enn: So langt havi eg ikki hugsað.
Elin:
Tá Planet.fo prátaði við Elina, hevði hon enn ikki heilt avgjørt, hvønn kjóla hon fór í, tí hon hevur tveir í at velja. Ein hevur mamma hennara seymað: hann er svartur frá bringuni og niður á miðjuna, men skiftir síðan til vínreytt og hevur eitt net útyvir, ið skyggir reytt. Hin kjólin, Elin hugsar um at fara í, er ljósareyður við tunnum stroppum og pailettum. Í hárinum fer Elin sjálv at gera sær krúllur, og av tilhoyri væntar hon, tað fer at verða okkurt hálsband, armband og kanska eitt ur, ið hóskar til kjólan.