Hvat feilar okkara løgmanni?

Eftir at hava “sovið” í tímanum enn einaferð, er løgmaður nú so altráur eftir at blanda alt saman: flaggskommina, ítróttaravrik, oyggjaleikafyrireikingar og politik - bert við einum endamálið: at káva útyvir ein veruleika, sum hann sjálvur hevur undirskrivað, nevniliga at Føroyar er "Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne".

 

Veruleikin

Hvørja ferð Jóannes Eidesgaard verður konfronteraður við eina avleiðing av sínum egnu politisku gerðum, so ferð maðurin í sjálvssving, og blandar alt saman. Eg veit ikki um tað er sinnið sum tekur yvir ella um tað er manglandi evni at grundgeva fyri, hví ymiskt kann koma fyri sum ikki er hent áður - t.d flaggingin á Rhodos?

Hann var beinleiðis í telefonini í Degi & Viku, har hann bleiv spurdur um hendingina, svarið hann kom við var okkurt við “ lat meg fyrst siga at eg komi frá einum tiltakið júst nú har merkið bleiv vundi 3 ferðir í húnar hátt og tjóðsangurin sungin”....men hvat viðv. Niðurgerandi flaggingini? So kom aftur ein svada um ein hotelstjóra – og endabresturin var eitt illsintisgleps eftir formanni Tjóðveldisfloksins, fyri at seta ein fyrispurning um hesa hendingina, sum Føroya Løgmaður ikki vildi gera viðmerkingar til fyrr enn fyrispurningurin var sendur.

 

Hvat er galið?

Eitt tíðindaskriv frá Løgmansskrivstovuni vísir á at tað er óheppið at ein fyrispurningur er sendur einum donskum ráðharra. Hvat er so óheppið við tí veit eg ikki – er tað ikki løgmaður sum plagar at tosað upp í saman um tann “politiska veruleikan sum vit liva í”?, og skal greiða fáast á um boð eru givin frá donsku sendistovuni á Rhodos, so er rætta stað at spyrja eftir øllum at døma hjá ráðharranum sum varðar av – ella hvat? Skal spurningurin fyrst sendast Løgmansskrivstovuni, sum so sendir hann víðari, er tað hesa mannagongd løgmaður vil hava?

Men tað vísir seg at er nakað at spyrja um, viðv. viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, so er eldur í skálanum beinanvegin, so fara “junglutrummurnar” hjá løgmanni í gongd, og hóttanir um at skaða tey góðu viðurskiftini vera tiknar fram.

 

Fleiri standa spyrjandi

Eg skilji ikki hvat tað er sum er so ræðuligt hvørja ferð vit í Føroyum gera vart við okkum á tjóðskaparliga økinum; um danir eru so erkvisnir, og um “ríkisfelagskapurin” er so viðbrekin at vanligt samskifti ikki kann fara fram uttan at samgongan og løgmaður skulu vera á gosið, ber tað so boð um góð og sunn viðurskifti í hesum sokallaða “felagsskapinum”?

Vit sum hvørja ferð standa spyrjandi, kunnu eftirhondini bert staðfesta at hetta er ein føst mannagongd frá einari samgongu, sum hevur lagt seg skerflatan fyri donsku myndugleikunum uttan eitt einasta krav til frama fyri Føroyum og føroyingum. Er veruleikin nú komin til løgmann og samgonguna, at alt hóvastákið og fyrigyklaðu rættindini, við yvirlýsingum, undirskriving av Famjinskjalinum, uttanríkispolitisku heimildarlógunum og yvirtøkulógini, bara var sjónleikur, og at nú gongur sjón fyri søgn, at danskir myndugleikar fingu staðfest sítt egna vald í Føroyum, við vælsignilsi frá samgonguni?

Tað er ikki lætt tá veruleikin gerst eitt haft.