Hvat fert tú at gera á norðoyastevnu?

Vit hava sett norðoyingum stevnu og spurt, hvat gjørt verður á norðoyastevnu

Annfinn Kallsberg

Eg havi ongar fastar siðir á norðoyastevnu. Nakrar svipptúrar inn til Klaksvíkar plagar man at gera viðhvørt, men tað er onki fast. Tú hittir nógv fólk á norðoyastevnu, men soleiðis er tað við øllum stevnunum. Tað er altíð galdandi. Tú stendur og prátar við fólk og kemur ikki úr stað. Og tá ein er løgmaður og øll kenna ein, so eru tað nógv, sum koma og geva seg til kennar. Tað haldi eg er sera hugnaligt, og tað dámar mær sera væl.

Adelborg Linklett

Eg veit satt at siga ikki, hvat eg fari at gera á norðoyastevnu. Hon fer í øllum førum at verða øðrvísi enn hon plagar. Eg havi seinastu 25 árini verið við í norðoyastevnuteitinum, og tí verið upptikin av teimum. Men eg eri ikki við í ár. Vit plaga at hyggja eftir kappróðrinum heimanifrá. Man sær so væl frá okkum av, men viðhvørt fara vit eisini oman í fjøruna at hyggja. Um líkindini vera góð, so fari eg á midnáttarsamkomuna. Nú eri eg eitt sindur fríari í ár, og havi tíð til eitt sindur meira. Viðhvørt plaga vit at hava fleiri gestir, og í ár verður helst eisini soleiðis. Sonur okkara, sum býr í Danmark, verður her á norðoyastevnu, og helst eisini tann mittasti sonurin, so her verður uttan iva fult hús.

Rannvá Joensen

Á norðoyastevnu fari eg til kappróður um veðrið er til vildar. Midnáttarsamkomu og so eisini á onkra listaframsýning, um tað verður. Siðurin er so eisini at vitja fólk. Tað eru altíð nøkur føst tú vitjar ár eftir ár. Norðoyastevnuteitið plagi eg eisini at fara til. Vit búgva mitt í býnum, so her er altíð nógv fólk inni á gólvinum, og tað er sera hugnaligt. Børnini hjá okkum eru so stór nú, at tey klára seg sjálvi við teimum tiltøkunum, sum tey vija til, men tey verða annars upptikin í teimum ymsu ítróttarfeløgunum, skrúgongum og so framvegis.

Eyðgunn Samuelsen

Tað er tað vanliga, sum eg geri á norðoyastevnu. Kappróður, fótbóltur og midnáttarsamkoman. Hvussu verður við gestum ella ikki, veit eg ikki rættiliga. Vit plaga at vitja fólk sjálvi. Og tað vísir seg altíð at vera tey somu sum man vitjar. Tað er vorðið siður nú ígjøgnum árini.

Fróði Løkságarð

Tað er ikki tað stóra, sum eg geri á norðoyastevnu. Tað einasta, sum veruliga hevur nakað við norðoyastevnuna at gera er kappróðurin og midnáttarsamkoman. So plagi eg eisini at fara til fótbóltdyst. Kanska eg eisini skal arbeiða eitt lítið sindur, um útvarpið skal senda frá stevnuni. Tað verður bara so stille og roligt hjá mær. Lítið verður vitjað av fólki, tað er mest fríluft, men tað avhongur so alt av veðrinum.

Malena Josephsen

Eg vænti, at mín norðoyastevna verður hildin á Svangaskarði í ár. Kvinnulandsliðið skal hava venjingarlegu tá, so fríggjakvøldið og allur leygardagurin verður har. Eg veit ikki, um vit hava frí sunnudagin, og um so er, so verður tað bara at hyggja eftir fótbólti. Men eg leggi ikki so nógv í, um eg ikki sleppi á norðoyastevnu. Hon plagar ikki at siga mær so nógv, tað er tað sama hvørt ár.

Hans Eiler Hammer

Eg plagi at hyggja eftir fótbólti og kappróðri á norðoyastevnu. Eisini fari eg til tað, sum er av andaligum tiltøkum. Eg skal sjálvur hava eina ungdómsgudstænastu fríggjakvøldið, og annars plagi eg at fara til opið hús í KFUM/K. Eisini ein túr í býin við familjuni í tivoli, og so plaga vit eisini niðan í Skálan til eydnuhjól. Eg plagi at hyggja inn á gólvið hjá familju og kenningum. Men tað er verri enn so ikki altíð øll, sum eru heima á norðoyastevnu.