Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
»Umborð« hevur hesaferð skift orð við Dánjal J. Lydersen, sum hevur siglt við havrannsóknarskipinum Magnusi Heinasyni, síðan skipið fór undir regluligar rannsóknir undir Føroyum fyri 25 árum síðan.
Dánjal hevur siglt, síðan hann var blaðungur, og lívsleiðin hjá honum á skipsdekki byrjaði umborð á Brandi Sigmundarsson á hávetri í 1967. Hann hevur siglt flestu árini við trolara, og í 1980 fór hann umborð á Magnus Heinason, sum landið tá hevði keypt til rannsóknarskip.
- Vit vóru tveir, sum komu umborð í senn – eg sjálvur sum dekkari og Sigmundur Djurhuus, búsitandi á Toftum, sum hevur verið kokkur øll hesi árini. Vit eru soleiðis teir einastu av núverandi manning, sum hava verið við øll árini.
Hann sigur, at hóast landið keypti skipið í 1980, varð ikki farið undir rannsóknir beinanvegin. Skipið var á ísfiski nakrar túrar í 1980. Síðan varð tað umbygt, og Dánjal minnist, at teir fóru fyrsta túrin sum havrannsóknarskip flaggdagin í 1981.
- Eg byrjaði sum dekkari, men gjørdist nokso skjótt 2. stýrimaður. Longu seinnapartin av áttatiárunum førdi eg skipið onkran túrin. Dánjal gjørdist fastur skipari fyri umleið 10 árum síðan – og fyrsti skipari fyri umleið sjey árum síðan.
At vera fyrsti skipari, merkir, at tú altíð er skipari, tá tú ert umborð. Jónberg á Mýruni er hin skiparin, og hann ræður á brúnni, tá Dánjal er í landi.
16 mans hoyra til skipið, men manningartalið hvønn túrin kann skifta millum 13 og 9 – alt eftir, hvørjar uppgávurnar eru.
- Summar túrar gera við kanningar alt samdøgnið, og tá krevst, at 13 mans eru umborð í senn, men tá vit bara gera kanningar um dagin, er talið vanliga 9.
Onkuntíð eru uppí 4-5 kanningarfólk umborð í senn.
- Tað er ikki so sjáldan, at 1-2 konufólk eru við í kanningararbeiðnum, leggur hann aftrat.
Spurdur, um nakað serligt verður gjørt burtur úr, tá konufólk eru umborð, sigur hann: - Nei, tað er ikki soleiðis, at nakað serligt merkist til tað. Og tó; kanska er kokkurin eitt sindur meira »large« og ger okkurt eyka, um tær ikki eru so glaðar fyri tað, sum annars kemur á borðið.
Skipið hevur eisini ein útgerðarmann, sum starvast á Fiskirannsóknarstovuni, og hesin er Eli Christiansen.
- Yvir okkum øllum er so eisini Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni.
- Vit byrja um hálvan februar við CTD-kanningum, sum eitt nú máta salt og hita í sjónum við streymfortoyningum. Á hesum túri er Bogi Hansen toktleiðari. Tað eru fastir standard-skurðir á landgrunninum, og vit gera fýra slíkar túrar um árið. Næstu kanningarnar eru yvirlitstrolingar, sum vit gera um várið – og aftur um heystið.
- Her verða somu støðir kannaðar hvørt ár og høvuðsfiskasløgini eru toskur, hýsa og upsi. Á hesum túri eru eini 4-5 fólk við, har Jákup Reinert og Petur Steingrund skipa fyri.
- Eftir páskir er tað Eilif Gaard, sum er toktleiðari, og nú er talan um biologiskar kanningar, har eitt nú ætiroyndir verða tiknar. Hetta er tað, sum vit eisini rópa gróðurkanningar.
Dánjal sigur, at í apríl eru eisini svartkjaftakanningar á skránni, og tá verður hugt eftir, um svartkjafturin er komin norður í føroyskan sjógv. Toktleiðari er Jan A. Jacobsen, og hesar kanningar eru samantvinnaðar við sildakanningar har suðuri í føroyskum sjógvi. Aftur í mai mánaða er Jan toktleiðari, tá ið sildakanningar verða gjørdar norðanfyri, bæði í føroyskum og altjóða sjógvi.
Skiparin vísir á, at í juni verður farið útaftur til streymfortoyningarnar hjá Boga Hansen, sum nú verða tiknar upp og tiknar til lands. Eftir at tær eru avlisnar – einar fjúrtan dagar seinni, verða tær lagdar útaftur, har tær lógu áður. - Meðan streymfortoyningarnar eru uppi í juni/juli, fer Magnus Heinason út at gera árligu yngulkanningarnar.
Dánjal sigur, at tá ið fortoyningarnar hjá Boga eru lagdar útaftur, verður farið í summarfrí í fýra vikur.
- Í september verður aftur farið út at lesa mátingarnar hjá Boga, og síðan verða kongafiskakanningar gjørdar við Jákupi Reinert sum toktleiðara. Eftir hetta stendur merkingin hjá Peturi Steingrund fyri, sum vanliga fer fram seinnapartin av oktober.
Hann sigur, at nú er bara Bogi Hansen eftir – einaferð enn, og tað er um hálvan november. Tá hendan seinasta CTD-kanningin er liðug, verður skipið lagt, til farið er um fyrstu viku av februar.
- Í januar í ár var tó eitt undantak; tá vórðu vit sendir út at gera lodnukanningar, men hvussu verður fyrst í komandi ári, dugi eg ikki at siga, sigur Dánjal J. Lydersen, skipari.