Fiskavirkisvinna
Miðflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at játta stuðul til keyp av frystum fiski til virkingar í Føroyum. Flokkurin skjýtur upp at játta 7,5 milliónir krónur til endamálið og metir, at eini 5.000 tons av frystum fiski kunnu keypast fyri henda pening.
Orsøkin til uppskotið hjá Miðflokkinum er, at fiskiskapurin undir Føroyum hevur verið lakur seinnu árini, og tí fáa virkini eisini ov lítið av ráfiski til virkingar.
Flokkurin vísir á, at nøkur ár herfyri, tá fiskiskapurin eisini var vánaligur, var ein skipan í gildi, sum síðan varð tikin av aftur, tá fiskiskapurin batnaði aftur.
Miðfokkurin metir, at 5.000 tons av frystum fiski kunnu geva Føroyum eitt útflutningsvirði upp á 200 miljónir krónur, harav einar 20 miljónir krónur verða goldnar í arbeiðslønum.
- Fyri landskassan er talan um eina nettoinntøku, tí inntøkurnar av skatti, meirvirðisgjaldi og øðrum avgjøldum høvdu verið væl hægri enn stuðulin, sigur Miðflokkurin.
Sandoy Seafood
Í fleiri ár hevur tað verið líka sum eitt ”banniorð” millum føroyskar politikarar yvirhøvur at tosa um vinnuligan stuðul.
Uppskotið hjá Miðflokkinum kemur sum skilst til viðgerðar á løgtingi týsdagin í næstu viku, og áhugavert verður at hoyra, hvat sagt fer at verða um hetta mál.
Eitt dømi um, at almennur stuðul – ella íløgustuðul – hevur gjørt stóran mun, er Sandoy Seafood.
Í sínari tíð, tá virksemið á virkjunum í Sandoynni varð endurreist, vórðu 3 almennar miljónir reistar fyri at stuðla undir ígongdsetan av virkseminum.
Øll árini síðan hevur Sandoy Seafood goldið rundan um 20 miljónur krónur í lønum um árið.
Hetta merkir, at tað almenna hevur fingið sínar 3 miljónir krónur nógvar ferðir aftur.
Nú er so uppskot um at veita stuðul til keyp av frystum fiski á skránni, og Sosialurin fer at fylgja við, hvussu undirtøkan á tingi verður fyri hesum.