Stórt trýst er á Joe Biden, forseta, um at taka seg úr valdystinum og lata aðrar (yngri) kreftir sleppa til. Men hvat hendir, um Joe Biden tekur seg úr valdystinum? Tað veit ongin rættiliga, og higartil hevur Joe Biden eisini hildið fast við, at hann ikki ætlar sær at gevast. Men nú er eitt ítøkiligt uppskot gjørt, sum vísir, hvussu tilgongdin at finna ein avloysara kundi sæð út.
Rosa Brooks, professari í løgfrøði við Georgetown universitetið í Washington og politiskur ráðgevi hjá Joe Biden-kampanjuni í 2020, og Ted Dinthersmith, vinnulívsmaður og fíggjarligur stuðul hjá Demokratiska flokkinum, hava gjørt eitt upprit, sum nú er í umferð millum lyklapersónar í Demokratiska flokkinum. Í uppritinum seta tey fram ein leist, ið kann brúkast at velja eitt valevni at loysa Joe Biden av, sum er í politiskum ódnarveðri í løtuni.
Lyklapunktini í uppritinum, sum miðilin Semafor hevur sæð og skrivað um, síggja soleiðis út:
- Biden tekur seg úr valstríðnum miðskeiðis í juli og saman við Kamalu Harris, varaforseta, kunnger hann tilgongdina at velja ein avloysara.
- Møgulig valevni fáa nakrar dagar at melda seg í valstríðið. Síðani fer Demokratiski flokkurin undir ein “undanvalsspurt”, har tey seks valevnini, sum fáa flestar atkvøður frá demokratisku umboðunum, binda seg til at føra ein jaligan valdyst fram til demokratisku konventiónina í augustmánaða.
- “Undavalsspurturin” fevnir m.a. um vikuligar samrøður við hvørt valevni, sum kendir persónar úr amerikonskum mentanarlívi skulu standa fyri – Michelle Obama, Oprah Winfrey og Taylor Swift eru nøkur av nøvnunum, sum eru nevnd í uppritinum – til tess at fáa veljararnar engageraðar.
- Demokratiska forsetavalevnið verður valt av umboðsfólkunum við atkvøðugreiðslu, har valevnini verða raðfest, áðrenn konventiónin hjá Demokratiska flokkinum í Chicago fer av bakkstokki tann 19. august
- 22. august, á seinasta konventiónsdegnum, verður forsetavalevnið hjá Demokratiska flokkinum kunngjørt við skart og skreyt. Í uppritinum ímynda høvundarnir sær, at Joe Biden, Barack Obama og Bill Clinton allir trína fram á pallin og eru við at avdúka valevnið.
Hvørt hetta verður leisturin, ella um Joe Biden yvirhøvur fer at taka seg úr valdystinum, vita vit sjálvandi framvegis ikki. Fríggjadagin gjørdi forsetin samrøðu við ABC News, har málið var á vísa, at Joe Biden framvegis er "fit for fight", men samrøðan hevur ikki tept tær mongu røddirnar, ið hava funnist at sitandi forsetanum. Hinvegin vaksir trýstið fyri hvønn dag, so í løtuni stríðist hann fyri sínum politiska lívi. Semafor metir ikki, at tað er serliga sannlíkt, at leisturin í uppritinum hjá Rosu Brooks og Ted Dinthersmith verður brúktur, men í politikki kann alt henda.
Umframt varaforsetan, Kamalu Harris, sum seinastu dagarnar hevur imponerað greinarar, so hava viðmerkjarar eisini víst á m.a. Gavin Newsom, demokratiska guvernørin í California, Gretchen Whitmer, demokratiska guvernørin í týdningarmikla 'svingstatinum' Michigan og tann múgvandi demokratiska guvernørin í statinum Illinois, J. B. Pritzker, sum møguligar avloysarar fyri Joe Biden.