Hvat hevur tú lisið ella lært til?

Vit spyrja nøkur kend og ymisk fólk úr almenna rúminum, hvussu tey hava brúkt sína útbúgving, og hvat tey høvdu valt, um tey skuldu valt útbúgving í dag.

Turið F. Arge

 

Forstjóri í Bank Nordik

 

 

 

Hvat hevur tú lisið?

 

Eg havi lisið HD í roknskapi og síðani cand.merc.aud, sum er kandidatútbúgving innan roknskap og grannskoðan. Eg havi tikið akademiútbúgving í fíggjarligari ráðgeving, og so havi eg eisini tikið ein MBA, sum er ein leiðsluútbúgving.

 

Hvussu minnist tú tína lestrartíð?

 

Eg havi arbeitt øll árini, meðan eg havi lisið, og stóran part av lestrartíðini havi eg verið sjálvlesandi, so eg minnist lestrartíðina sum nógv sein kvøld aftaná arbeiðstíð og nógv vikuskifti frammanfyri telduna ella við onkrari lærubók. Men mær dámar so sera væl at lesa og læra nýtt, so eg minnist hetta ikki sum nakað keðiligt, hóast tað ofta kundi vera nokkso strævið.

 

Hvussu hevur tú brúkt tína útbúgving í tínum vaksna lívi?

 

Eg havi havt fleiri størv, har fakligu útbúgvingarnar innan roknskap og grannskoðan ikki hava verið so viðkomandi. Tó er tað soleiðis, at tá man tekur eina hægri útbúgving, so lærir man eisini, hvussu man kann loysa truplar spurningar, tvs. hvussu háttalag og framferðarháttur kunnu skipast, óansæð hvat fak ella evni talan er um. Og júst hetta eru førleikar, sum eru og hava verið sera viðkomandi í mun til tær uppgávur og størv, sum eg havi havt. Í mínum núverandi starvi er tað sjálvandi sera viðkomandi at skilja fakøkini roknskap og grannskoðan.

 

Um tú hevði skulað valt av nýggjum, hvat hevði tú so valt?

 

Eg hevði sannlíkt valt tað sama aftur. Men um eg skuldi valt okkurt annað, so hevði eg heilt sikkurt lisið til lækna. Tað haldi eg eisini er so sera spennandi.

 

Greinin stóð í Lestrarblaðnum, Sosialurin 23. februar 2024