Í vár samtykti Tórshavnar býráð nýggjar upptøkutreytir fyri dagstovnar og dagrøkt. Hesar eru munandi greiðari og einfaldari enn tær undanfarnu. Fyri at kunna fyrisita eftir nýggju reglunum tekur dagstovnaskrivstovan í býráðsumsitingini í nýtslu nýtt telduforrit, og júst í hesum døgum situr leiðarin á skrivstovuni, Katrin Holm, og tastar upplýsingar inn á forritið. Tá ið hetta arbeiðið er lokið, fáa foreldur, ið eiga børn á langa bíðilistanum, at vita, nær barn teirra kann vænta eitt pláss á stovni, hvat nummar tað er á økisbíðilistanum og hvat nummar tað er á samlaða bíðilistanum.
- Skipanin fer at virka fyrsta dagin, í seinasta lagi frá 1. januar, tá ið gamla forritið fer úr gildi, sigur Katrin Holm.
Nýggju upptøkutreytirnar hava kortini verið í gildi, síðani tær vórðu samtyktar. Leiðarin á dagstovnaskrivstovuni roknar við, at tá ið telduforritið er farið at virka, verður mannagongdin lættari.
- Men tað broytir ikki uppá tann veruleika, at 400 pláss vanta. Tað er ikki vist, at fólk verða so glað at fáa at vita, at barn teirra ikki fær pláss fyrr enn t.d. í august í 2002. Og tað er einki petti stuttligt at geva eitt slíkt svar.