Hvat nytta lógir og kunngerðir, um tær ikki verða fylgdar?

Spyr Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, sum harmast atkomuviðurskiftini í Føroyum.

Hon harmast bygningskunngerðina frá 2017, sum áleggur Landsverki og kommunala byggimyndugleikanum at hava eftirlit við, at kunngerðin verður hildin, og tryggjar atkomuviðurskiftum fyri øll. Hóast tað, eru nógvir bygningar ikki serliga atkomuvinaligir, sambært Tóru.

- Øll hava rætt til atkomu – og tó uppliva vit aftur og aftur múrar av ymiskum slag. Ólidnar inni- og kringumstøður, eitt ella tvey trin inn í bygningar, onkuntíð við ólidnum, illa gjørdum skráum og/ella grúslagdum túni, tungar hurðar og illa uppmerkt til sjónveik. Byggiharrar sleppa við at siga, at „tað kemur nokk. Hetta er ikki liðugt enn.” Hetta hóast bygningarnir langt síðani eru tiknir í almenna nýtslu, skrivar hon í lesarabrævið.

Forkvinnan í MEGD heitir á valevnini til komandi løgtingsval um at hava atkomuviðurskiftini í huga, soleiðis, at lógir og kunngerðir verða fylgdar.

- Eingin eigur í longri tíð at sleppa við at siga, at tað kemur nokk. Ei heldur at gera fyribils loysnir, sum verða nýttar í fleiri ár. Góðar lógir og kunngerðir eru neyðugar, men um tær skulu koma borgarum til góða, mugu tær fylgjast. Tað kemur ov ofta fyri, at almennir bygningar ikki gerast lidnir og tí ikki eru atkomuligir fyri øll. Almennir bygningar eiga tí ikki at verða tiknir í nýtslu, fyrr enn teir eru góðkendir, skrivar Tóra við Keldu.

Sí lesarabrævið í fullum líki her