Men so kemur ein frágreiðing um hvussu tað ikki loysir seg at vera arbeiðssamur, har Helgi kemur við einum dømi um ein persón, ið tjenar 250.000 kr og ein, ið arbeiðir meira, sum so tjenar 300.000 kr. Í døminum hjá Helga, har barnagarðspláss o.a. skal gjaldast, hevur tann lægri lønti meira pengar eftir enn tann arbeiðssami og hægri lønti.
Eg eri púra samdur við Helga Abrahamsen í tí, at hetta líkist ongum, at tað ikki loysir seg at vera arbeiðssamur – hetta ásanni eg sjálvur hvønn mánað. Men Helgi sigur hendan vera ríkan, sum tjenar 300.000 kr. Fólk, sum árliga tjena millum 200.000 og 400.000 kr eru ikki “tey ríku”. Tað eru tey, ið árliga tjena 500.000 kr og uppeftir. Tað eru fleiri, ið tjena væl yvir eina mió. kr árliga og gjalda lítlan skatt vegna frádrátt av alskyns slagi, og tað er hesum, tað átti at verið hugt eftir; tí hesi hava sanniliga ráð at gjalda skatt og soleiðis menna Føroyar, sum tey ríku liva so væl av.
Undarlig niðurstøða
Sum sambandsmaður mátti blokkstuðulin sjálvsagt inn í myndina hjá Helga Abrahamsen. Tað er enn einaferð gamla burturfrágreiðingin, ið fær okkum at taka eyguni av bóltinum. Hvat ella hvør er so bólturin? Jú, tað er tað vit hava tosa um: órættvísa skattabýti. Og hvør kann og skal gera nakað við tað? Tað skal Helgi og hini tingfólkini – serstakliga sitandi samgonga, sjálvsagt. Men hvat sigur Helgi, tá tað snýr seg um skatt og landskassan? Jú, hann tosar, sum um tað ikki er hansara ábyrgd at gera nakað við hetta; hann sigur: »Spennandi verður at síggja hvat verður gjørt, fyri at fáa undirskotið burtur.«
»Spennandi verður at síggja...«?! Tað er júst tað, sum er galið við hesu blindu staran at blokkstuðulinum. Sambandsfólk gerast initiativleys av hesum, og duga ikki at ásanna sína ábyrgd, hóast tey hava stilla seg fram sum tingfólk, sum inniber at skapa livilig kor hjá øllum málbólkum í Føroyum. Helgi skal yvirhøvur ikki fylla seg við blokki, lena seg afturá og hyggja at, hvør loysn nú mann fara at daga upp undan sjónarringinum. Lat tað vera sagt enn einaferð: Takið eyguni burtur frá hasum blendandi blokki og farið til arbeiðis.