Hvat sigur Bíblian um pengar

Nýggj bók er nú útkomin. Hon hevur heitið »Hvat sigur Bíblian um pengar?«, og er tað Fríðtór Debes, sum hevur skrivað hana

Fríðtór Debes hevur júst útgivið eina nýggja bók. Hon eitur »Hvat sigur Bíblian um pengar«. Hetta er fimta bókin hjá rithøvundinum.
Bókin er 163 blaðsíður og kostar 140 krónur. Hon fæst í flest øllum bókhandlum kring landið. Hestprent hevur staðið fyri prenti og umbróting.
Sum heitið á bókini sigur, so er bókin um, hvat Bíblian sigur um evnið pengar. Vit vita, at pengar spæla ein nógv størri leiklut enn vit mangan hugsa. Alt í lívi okkara snýr seg um pengar. Hetta merkir tó ikki, at vit skulu lata pengar hava vald á okkum. Ei heldur eiga vit at vera gírig ella næstin, men heldur fylgja teimum leiðreglum Guðs Orð býður okkum.
Bíblian hevur nógv at siga um pengar. Eisini postivt. Eini 20 prosent av allari Bíbliuni umtala pengar í einum ella øðrum líki.
Grundin til henda bókin er skrivað er fyri at hjálpa teimum, sum veruliga vilja vita, hvat Bíblian sigur um hetta stóra evnið.

Myndatxt: Fríðtór Debes hevur júst útgivið nýggja bók við heitinum »Hvat sigur Bíblian um pengar«

Mynd: Jens Kr. Vang