Hans Joensen, skipari umborð á grønlendska trolaranum "Markus J":
"Trolið sum vit brúktu (av slagnum Vónin 100) er so nógv tað besta trolið, eg havi brúkt, síðani eg byrjaði at fiska. Tá eg fiskaði á somu leið sum aðrir grønlendskir trolarar, fiskaðu vit 40 % meiri enn teir við hesum trolinum".
Høgni Hansen, skipari á russiska trolaranum "Captain Navmov":
"Uppá eitt ár fiskaðu vit omanfyri 9.000 tons av toski við trolinum av slagnum Bacalao. Á fleiri túrum fiskaðu við meiri enn allir teir 30 trolararnir hjá sama russiska reiðaríð'inum".
Sonni Johannesen, skipari á Ennibergi:
"Trolið vit brúktu (av slagnum Super Height) var ein sera góð íløga hjá okkum. Tá vit fiskaðu tosk í Barentshavinum fór fiskurin upp frá botninum, sum teir gera ávísar tíðir av árinum. Tá kundu vit ikki fanga teir við okkara vanligu trolum. Vit kastaðu síðani við Super Height og vaks tá fiskiskapurin úr 5 uppí 25 tons um samdøgrið. Onnur skip í sama øki fingu bert 5 tons um dagin í sama tíðarskeiði. Vit kunnu siga, at Super Height bjargaði okkum túrin".
Frá skipum í Canada:
"Við at brúka Turbot-trolið fingu vit nógvan fisk uttan at trolið skrædnaði. Hetta gjørdi fiskiskap okkara sera effektivan".
Av trolaranum "Atlantic Sea Venture":
"Við nýggja trolinum (av slagnum Newfoundland) fingu vit upp til 50 % fleiri rækjur enn onnur skip á somu leið. Stødd-in á røkjunum var eisini størri enn tann, sum hinir bátarnir fingu".