Tjaldur er fyri 1. ferð í søguni í eini FM finalu, og kvinnurnar hjá Tjaldrinum endaðu sum føroyameistarar við at vinna á Stjørnuni leygardagin. Hjartaliga tillukku Tjaldur.
H71 er somuleiðis fyri 1. ferð í eini FM finalu, og menninir hjá H71 endaðu sum føroyameistarar við at vinna á VÍF.
Bæði liðini skriva seg í føroysku ítróttarsøguna, men vit sum ikki vóru til dyst, vegna arbeiði ella annað, fingu ikki møguleikan at síggja hesar spennandi finalur. Eg haldi tað er ótrúligt, at svf ikki kann vísa FM finaluna í hondbólti, sum hóast alt bert er einaferð um árið. Eg eri væl vitandi um, at teir vístu finaluna í Coca Cola kappingini, ella steypakappingini, sum hon eisini verður kallað, og tað eru vit fleiri sum vóru glað fyri.
Men skuffandi at finalurnar sum vóru spældar seinasta leygardag ikki vóru at síggja.
Vit verða øll tvungin at gjalda kringvarpsgjaldið, og fáa ikki møguleikan til at velja tað til ella frá.
Um so var, at vit borgarar kundi valt, tori eg næstan at siga við vissu, at kanska 30% av øllum føroyingum vóru haldarar/gjaldarar. Sostætt meti eg, at tit í Kringvarpinum skulu verða glaðir fyri, at tað er lógarkrav at gjalda kringvarpsgjald, og ikki eitt frítt val.
Tað sum er trupult at skilja er, at vit gjalda so nógv um árið fyri onki. Tó so, at tað einasta góða, eg meti er vert at síggja í sjónvarpinum, eru sendingarnar »dagur og vika« og »3-2«.
Eg haldi, at tit skuldu sagt orsaka við allar áskoðarar, sum ikki fingið møguleikan at síggja finalurnar ímillum Tjaldur – Stjørnuna og H71 - VÍF.
Eg vil eisini nýta høvið at ynskja øllum H71’arum, spælarum, áskoðarum og fjepparum hjartaliga tillukku við FM-heitinum. Eina serliga tøkk til Halgir Dahl Olesen og Jens á Skipagøtu fyri øll hesi árini í H71.