Hvat tippa Hans Pauli og Andrew?

EB/Streymur og HB spæla við Margáir í morgin klokkan 15.

Nógv eru spent uppá dystin við Margáir í Streymnesi í morgin klokkan 15, har HB og EB/Streymur spæla. Rás2 sigur frá dystinum, umframt, at Rás2 eisini sigur frá dystinum millum Víking og AB, sum byrjar klokkan 16.

 

Fyrr í dag tosaði seinnapartssendingin hjá Rás2 við Hans Paula Samuelsen hjá EB/Streymi og Andrew av Fløtum hjá HB, har vit bóðu teir báðar tippa úrslitið av dystinum millum EB/Streym og HB.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra hvat Hans Pauli Samuelsen og Andrew av Fløtum tippaðu.