TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við føroyska landsliðsbakkin, og hálva íslendingin, Jónas Tór Næs, sum eins og Símun Samuelsen og Gunnar Nielsen hevur eina íslendska mammu. Jónas Tór Næs hevur eisini spælt í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Árini 2011 til 2013 spældi Jónas Tór Næs við Vali.
Jónas Tór Næs er sera spentur til fyrsta endaspælsdyst íslendinga nakrantíð, sum verður ímóti Portugal, men mamma hansara, sum er ættað av Norðurlandinum í Íslandi er enn spentari. Hann væntar, at hon fer at rópa so hart, at dómarin til dystin millum Ísland og Portugal fer at hoyra hana heilt til Fraklands.
Jónas Tór Næs er serliga fegin um, at ein gamal liðfelagi frá tíðini í Vali, Rúnar Már Sigurjónsson slapp við íslendska EM-hópinum. Hann hevur samband við Rúnar Már Sigurjónsson, og hevur ynskt honum tillukku við úttøkuni. Føroyski landsliðsbakkurin heldur, at íslendska liðið fer at standa seg væl, og hann hevur vónir um, at Ísland kann vinna seg víðari til áttandapartsfinalurnar.
Hoyr eisini hvat Jónas Tór Næs tippar í dystinum Ísland-Portugal.