Fyrr í dag tosaði in.fo/Rás2 eisini við Símun Joensen, verjuskansan hjá B36.
Símun hevur hoyrt nógvar viðmerkingar frá fólki hesa farnu vikuna, um hendingina í dystinum farna fríggjadag ímóti HB, har hann í 90. minutti við støðuna 3-2 til HB bleiv "hjálptur" útum baklinjuna, tá hann lá skaddur á vøllinum.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra Símun tippa úrslitið av B36-HB í kvøld, umframt at hoyra hvussu hann upplivdi sjáldsomu hendingina farna fríggjadag.
In.fo uppdaterar frá dystinum millum B36 og HB, sum byrjar klokkan 18. Og Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á Rás2.
Tað ber til at hoyra dystin her: http://www.pressan.fo/index.php?id=101