Hvat ætlar samgongan við læknavaktini?

Sambandsflokkurin royndi saman við hinum andstøðuflokkunum at gera alt fyri at fáa betra um læknavaktarskipanina í Norðoyggjum og Eysturoynni í samband við fíggjarlógarviðgerðina seint í vár. Men eingin áhugi var frá landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum og samgongufeløgum hansara at taka undir við uppskotinum. Tí nakrar viðmerkingar og spurningar

Verandi læknavaktarskipan virkar fjar frá brúkaranum, er ov nógv miðsavnað um Landssjúkrahúsið, leggur óskipað og nógv trýst á vaktarskipanina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og skapar harvið ótryggleika og ónøgd millum brúkarar og starvsfólk. Skipanin elvir eisini til nógva óneyðuga og mangan vanda koyring, framvið Klaksvíkar Sjúkrahúsi til Havnar.

 

Neyðugt er tí, á ein skipaðan hátt at fáa Klaksvíkar Sjúkrahús meira við í læknavaktarskipanina, fyri at fáa hana at virka og gerast trygga. Sleppast má undan óneyðugu og vandamiklu koyringini á Landssjúkrahúsið, soleiðis at brúkarin framyvir fær eina betri og tryggari tænastu og starvsfólkini fáa rímuligari arbeiðsumstøður.

 

Landsstýrismaðurin á økinum hevur á Løgtingi viðgingið, at skipanin ikki er nøktandi, og at tað er neyðugt at fáa Klaksvíkar Sjúkrahús meira við. Eisini hevur landsstýrismaðurin boðað frá, at hann arbeiðir við eini loysn. Men tað letur tíverri ikki til, at ætlanir eru um at gera nakað við hendan átrokandi spurning í bræði. Úrslit síggjast í hvussu er eingi.

 

Styrkja um forvaktina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Bæði í álitinum í samband við fíggjarlógarviðgerðina frá fíggjarnevndini og við uppskoti millum aðru og triðju viðgerð, varð frá Sambandsflokkinum skotið upp at játta pening til at styrkja um forvaktina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, soleiðis at sjúkrahúsið í størri mun kann taka sær av læknavaktarskipanini partin av døgninum, tá ið kommunulæknarnir ikki eru til arbeiðis.

 

Sambært royndum starvsfólki á økinum, fer ein slík loysn at gera læknavaktarskipanina nógv tryggari fyri brúkaran, arbeiðsumstøðurnar munandi betri hjá starvsfólkunum og óneyðuga og vandamikla koyringin til Havnar heldur uppat. Kostnaðurin fyri skipanina er einans góðar 3 mió. krónur árliga.

 

Kommunulæknatrot ein orsøk til trupulleikarnar

Tað hevur leingi verið trupult at fáa kommunulæknar settar í starv í Føroyum. Sambært landsstýrismanninum er tað ein av orsøkunum til at trupult er at fáa læknavaktarskipanina at virka nøktandi.

 

Lættari hevur verið at manna hjálparlæknastørvini á sjúkrahúsunum. Men gongdin undir verandi læknavaktarskipan í Norðoyggjum og pørtum av Eysturoynni ger, at læknar heldur ikki støðast á sjúkrahúsinum. Tí óskipað trýst verður lagt á forvaktina har. Tað hevur tí miklan skund at fáa hesi viðurskifti í rættlag fyri at fyribyrgja, at virksemið á sjúkrahúsinum eisini fer fyri bakka.

 

Verður tað úrslitið, stendur norðurøkið heilt á berum, tá um bráðfeingis læknahjálp ræður og tað kann als ikki góðtakast.

 

Spurningar til landsstýrismannin Hans Paula Strøm

Spurningar til landsstýrismannin

Landsstýtismaðurin boðaði á Løgtingi frá at læknavaktarskipanin í Norðoyggjum og pørtum av Eysturoynni ikki virkar nøktandi. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at skipa læknavaktarskipanina í Norðoyggjum og pørtum av Eysturoynni, fyri at fáa skipanina at virka eftir ætlan?

 

Nær verður nakað munagott gjørt, soleiðis at norðurøkið fær eina nøktandi og trygga læknavaktarskipan, bæði fyri brúkara og starvsfólk?

 

Við vón um at landsstýrismaðurin svarar greitt og at úrslit fara at spyrjast skjótt.