Hvat átti Karsten Hansen at sagt um tann almenna sektorin!

Hví er so lítil áhugi fyri einari vælvirkandi almennari umsiting

Í einum nýmótans samfelag er neyðugt at hava eina vælvirkandi almenna umsiting, sum tryggjar øllum borgarum landsins eina góða tænastu, og sum við motiveraðum starvsfólkum, økir um kunneikan og vitanina í samfelagnum.

Skal eitt virki rekast væl, er neyðugt at leiðsla og starvsfólk hava sama endamál, og at virðing er fyri báðum pørtum. Eisini har tað almenna er arbeiðsgevari er hetta neyðugt fyri at arbeiðsplássið skal mennast. Mytan um at almenn starvsfólk gera einki til nyttu fyri eina góða, fasta løn stórtrívist enn tann dag í dag. Hetta eru útspillingarnar av tingsins røðarapalli góð dømi um. Veruleikin er tann, at arbeiðstrýstið hevur verið støðugt vaksandi, meðan lønirnar púra eru afturúrsigldar.

Sáttmálasamráðingarnar millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið hava eisini givið okkum eina greiða fatan av, at almenni arbeiðsgevari okkara, fíggjarmálaráðharrin, ikki er sinnaður at fara í ein dialog við síni starvsfólk, men tráheldur um eina lága løn.

Meginparturin av tí sum Fíggjarmálastýrið legði á borðið undir samráðingunum var at pilka við sjálvsøgd vunnin rættindi, sum fakfeløgini hava stríðst fyri í fleiri ár - og omaná hetta eitt krav um høvuðsavtalu, og eina prosentrammu uppá 3 % yvir 2 ár.

Fíggjarmálaráðharrin ongan áhuga fyri inflasjónini.

Fíggjarmálastýrið gav í jan. út ein áhugaverdan bókling um hvussu ein fíggjarpolitikkur eigur at vera førdur, og har eru fleiri spurningar sum eru verdir at taka upp, men mugu bíða hesuferð.

Tað løgna er tó við hesi frágreiðing, at hon als ikki viðger eitt týdningarmikið fyribrigdi, sum ávirkar allan samfelagsbúskapin, nevniliga prísvøksturin. Sambært almennu tølunum frá Hagstovuni vaks prístalið í Føroyum 4,7 % í fjør. Starvsmannafelagið hevur víst á, at reallønin hjá limum okkara frá 1990-98 er fallin 25,7% - hóast hetta, roknar Fíggjarmálaráðharrin við at almenn starvsfólk, aftaná 9 ára afturgongd í lønini, enn einaferð skulu góðtaka eitt reallønarfall.

Fyri at vit skulu halda tøku reallønina skal lønin komandi 2 árini hækka 12% (sí notat 8. mars).

Í samráðingunum við Postfelagið legði Fíggjarmálastýrið tøl á borðið, sum skuldi vísa Postfelagnum, at lønin ikki var minkað so nógv síðani 1988. Trupulleikin er bara tann at Fíggjarmálastýrið pástendur, at eingin prísvøkstur hevur verið síðani 1988. Reela tøka lønin hjá Postfelagnum er minkað við 28%.

Tá vit undir samráðingunum vístu á, at almennu tølini fyri prísvøksturin í 1998 er 4,7%, var svarið, at prístalið eri ikki eftirfarandi og tí brúkar fíggjarmálaráðharrin somu tøl sum OECD. Prísvøksturin í OECD-londum og prísvøksturin í Føroyum kunnu ikki sammetast, og fíggjarmálaráðharrin tykist ikki at vita, at avoldaða prístalið í Føroyum, var brúkt til prístalsviðgerð av lønini líka fram til 1990.

Tað er ein sannroynd, at matvøruprísirnir í 1998 vuksu við 8,6 %.

Kanska er fíggjarmálaráðharrin ov illa ílatin av sínum embætismonnum, tá talan er um hvønn týdning prísvøksturin hevur fyri lønarvøksturin, og tí hevur ikki verið gjørligt at tosa um hetta á ein skilagóðan hátt undir hesum samráðingunum.

Lønargongdin í londunum kring okkum

Tá vit tosa um løn plaga vit at sammeta okkum kanska serliga við Danmark, meðan Ísland altíð hevur verið roknað sum eitt láglønarsamfelag. Sum støðan er í Føroyum í dag, sær út til at Ísland fer at yvirhála og fara framum okkum í lønarvøkstri tey komandi árini.

Í Íslandi var miðallønin í 1990 fyri starvsfólk 9.580 da. kr. um mán. Sami bólkur vinnur í dag 15.600 kr. um mán.. Hetta er ein lønarvøkstur uppá 62 % frá 1990-99. Tá vit sammeta hesi tøl, skulu vit eisini hava í huga, at í Íslandi er botnfrádrátturin í skatti 72.000 da.kr. - Í sama tíðarskeiði hevur lønin í Føroyum staðið í stað. Meðalønin hjá limunum í Starvsmannafelagnum liggur í dag um 16.000 kr.

Lønarvøksturin í Norra hevur hetta tíðarskeiðið verið 48 %, og í Danmark hevur Fíggjarmálaráðið júst útgivið eina frágreiðing um, at fáa almenna lønarlagið niður á 4 % um árið.

Avleiðingarnar av einum láglønarsamfelag

Fíggjarmálaráðharrin tykist hava bitið seg fast í, at lágar lønir er lykilin til kappingarføri. Fá geva honum rætt í tí. Hetta er ein avoldaður hugsunarháttur, sum hóskar til lond, sum sum bara megna og vilja kappast við at framleiða ídnaðarvøru í rúgvu. Er ætlanin at menna samfelagið við nýggjum vinnum, sum kasta meira av sær, hevur lønin lítlan týdning. Tá er tað menniskjaliga tilfeingi sum er avgerandi.

Eyðkenni fyri eitt láglønarsamfelag er, at ringt er at halda uppá arbeiðsmegina, tí hon flytir av landinum at arbeiða fyri dupulta løn. Tí fáa ávísir bólkar skattalætta so teir vera verandi í landinum, meðan aðrir verða keyptir við serfrøðingaviðbótum o.t.

Eitt samfelag við stórum bólkum av lágløntari arbeiðsmegi og fáum háløntum serfrøðingum stagnerar og hevur onga framgongd.

Fíggjarlógin hevur upphæddir, - sum eru væl størri enn allur lønarsummurin til Starvsmannafelagið - sum vinnustuðul, skipanir, sum øll skilafólk eru samd um eru avlagandi, sum varðveita ein óhóskandi struktur og oyðileggja kappingarførið í vinnuni. Fíggjarmálaráðharrin hevur heldur ikki havt trupulleika av at halda áfram við tí skeivleika í skattingini, sum undanmaður hansara gjørdi, og sum stillar løntakarar ymiskt skattliga alt eftir yrki. Skattalættin til sjófólk, sum ger mun á løntakarum, kostar landskassanum millum 20 og 30 % av lønarsumminum hjá Starvsmanna-felagnum.

Hvat átti fíggjarmálaráðharrin at sagt!

Her er orðað eitt uppskot til Karsten Hansen, um hvussu álitið millum arbeiðsgevara og starvsfólk aftur kundi fingist í rættlag:

?Av fíggjarpolitiskum orsøkum, og tí arbeitt verður fram móti einum sjálvbjargnum føroyskum búskapi, verður neyðugt at tillaga føroyska almenna sektorin. Í hesum arbeiði verður týdningamesta tilfeingið starvsfólkið í almennu umsitingini. Tað er so, at í einum lítlum landi ber ikki til at uppbyggja serligar umsitingar á øllum økjum, og krøvini til einstaka starvsfólkið verða tí ofta størri enn í stórum umsitingum, og áhugin í arbeiðinum (motivasjónin) verður avgerandi.

Landsstýrið fer at laga sín politkk eftir ynskinum um at fasthalda og útvega góð og dugnalig starvsfólk við stórum virkisføri, og at løna teimum eftir arbeiðsuppgávum, ábyrgd og eftirspurningi.


Starvsmannafelagið

tann 12 mars 1999