Hvat um Jesus var ein kvinna?

Hugskotið byrjaði sum ein spurningur inni í okkara venjingarhøli. Hvat nú um tað vóru fleiri kvinnur í skriftunum. Hvat nú um Gud var umtalað Guda, og hvat nú um Jesus var ein kvinna, ið kallaðist Jesua? 

Tey trý handan listabólkin GUT//Production, Durita Dahl Andreasen, Mariann Hansen og Búi Dam, hava lisið Bíbliulestur við einum snari bæði á G!Festivalinum og á Ólavsøku. Bíblulestur har øll kynini vera býtt um. Nú eru tey aftur her, hesaferð við einum jólakalendara. 24. brot úr bíbliuni - við einum snari. Øll kynini eru býtt um. Gud er Guda, Jesus er Jesua og djevulin er djevlan.

Durita Dahl Andreasen sigur soleiðis um jólakalendaran.

- Hesin jólakalendarin var nogv meira kompliseradur fyri meg, enn eg upprunaliga helt. Eg havi verið i sjálvdrátti um, hvat endamálið vid honum er. Vit eru so ymisk i GUT//Productions. Fyri meg stingur hesin jólakalendarin nidur i eitt sera eymt stað. Eg eri uppvaksin við kvøldbøn, sunnudagsskúla, bíbliuni, konfirmation og seinni havi eg sjáv leita mær til ungdómsmøtir, bíbliutímar, lovsong o.a. Henda bakgrundin hevur kraft at eg fari varliga fram. Tad hava vit ikki altíð havt tíð til, so eg havi stundum haltað aftaná hinum, og verið sera óttafull. Tí hvat er egentliga endamálið? Hví draga so nogv folk inní? Vita tey yvirhøvur, hvat tey játta seg til? Hví siga tey, ja? Eg ánaði ikki, hvat hetta fór at bliva til.

- Eg eri tó vorðin klókari nú, og kann seta orð á mítt egna motiv í hvørtfall; og eg havi gódtikið at øll hava sína egnu orsøk til at vera við. Skriftstaðið, “tann sum leitar, hon finnur” er tað, sum fyri meg gevur meining at savna allan kalendaran undir - øll sum eru við. Hetta er fyri meg ein leitan eftir ti, sum var og er burturgoymt fyri mær sum genta og kvinna. Allar tær fyrimyndir, sum eg ikki havi havt møguleika at spegla mær í. Tad sum samfelagið hevur latið bíbliuna avgjørt ,at eg kann og ikki kann, orsaka av minum kyni. Hvør eg kann vera og ikki kann vera. Og umvent, hvat ein drongur og madur skal og ikki skal. Hvør hann kann vera. Og so at leiti eg eftir eini gudsmynd, sum eisini rúmar móðurkærleikanum. Tí eitt er vist, bíblian fyllir ótrúliga nógv í okkara dulviti sum føroyingar, um vit vilja vera við tað ella ikki. Nú vil eg hava hana fram í mína tilvitan, og draga tær beinagrindir fram, ið óiva hanga við.

Brotini verða løgd út á youtubesíðuna og facebooksíðuna hjá GUT//Productions. Meira verður at lesa í Vikuskiftis Sosialinum í næstu viku.