Hvat var av sjálvstýrisandanum?

Eftir at hava fylgt væl við sjálvstýrisgongdini, og ikki minst teimum seinastu veljarakanningunum, so kann ein ikki anna enn undrast.

 

Ása Olsen



Eftir at hava fylgt væl við sjálvstýrisgongdini, og ikki minst teimum seinastu veljarakanningunum, so kann ein ikki anna enn undrast.

Ikki kann sigast annað enn, at sjálvstýrisflokkarnir fingu góða undirtøku til seinasta løgtingsval, og úrslitið gjørdist verandi samgonga.

Hvat var tað ið gjørdi, at føroya fólk valdu sum tey gjørdu? Jú ongin ivi er um, at bankamálið hevði ein avgerðandi lut í úrslitinum av valinum.

Nú nærum trý ár eru farin, so sær tað út sum, (sambært veljarakanningum), at stórur partur av teimum, ið stuðlaðu sitandi samgongu, hava fingið kaldar føtur.

Er veruleikin tann, at nú ein endiliga stendur yvir fyri at taka endaliga avgerð, um vit skulu arbeiða fram ímóti at gerðast sjálvstøðug tjóð, torir ein ikki at føra tað út í lívið?

Um sjálvstýrisfólk hava so lætt við at skifta meining, so er tað als ikki merkiligt, at vit ikki eru komin nakran veg á hesum økinum tey seinastu 50 árini.

Hvat er tað, ið danir fara at geva okkum tey komandi árini?

Kunnu vit siga, at viðferðin okkara landsstýrið hevur fingið, gjøgnum tær samráðingar, ið hava verið viðv. sjálvstýriskósini, hava verið mannsømiligar?

Hvussu nógv skal til, fyri at vit skulu síggja veruleikan í eyguni?

Nú kjakið hevur tikið seg upp um undirgrundina, serliga nú vit standa á gáttini til eina oljuvinnu, vísir hettar eisini hvussu stóra virðing danska stjórnin hevur fyri teimum málum, vit hava yvirtikið.

Vónandi fara øll sjálvstýrisfólk at endurskoða sína støðu, og taka avgerð útfrá tí veruleika, ið fyriliggur, og ikki útfrá teimum hóttanum danska stjórnin kemur við, fyri at ræða okkum at stemma ímóti uppskotinum hjá landsstýrinum.