Hesir tunlar eru almenn ogn og hava yvirskot í rakstrinum. Teir kundu sostatt verið eitt gott íkast til raksturin av Sandoyartunlinum. Tí undrar tað meg, at landsstýrið heldur fer eftir einum privatum partafelag, sum onki aktiv hevur. Harvið er ikki sagt, at Skálafjarðartunnilin ikki eisini eigur at vera í felagnum, helst eigur hann tað, tá samtykt verður at fara undir at byggja hann.
Orsøkin til hesa løgnu mannagongd er helst, at landsstýrið má hava eina grundgeving fyri at útseta Sandoyartunnilin fyri at sleppa í gongd við Skálafjarðartunnilin beinanvegin.
Hví tað hevur so stóran skund hjá landsstýrinum at gera Skálafjarðartunnilin, kann bert gitast um, men fyri meg er tað púra ókiljandi. Eysturoyggin er eitt væl útbygt og vælvirkandi øki við øllum hugsandi tilboðum, bæði innan handil, vinnu, mentan og útbúgving. Eysturoyggin hevur harumframt fast samband bæði til Havnar, Vágar og Norðoyggjar.
Tað sama kann tíverri ikki sigast um Sandoynna. Fólkatalið bara minkar og fiskivinnan er í stórari afturgongd (næstan útdeyð). Ongir møguleikar eru fyri útbúgving ella læruplássi, uttan at flytast má av oynni. Miðnámsskúlar verða bygdir runt um í landinum og stovnar fluttir til útjaðaran, men Sandoyggin fær ongan lut í hesi tilgongd. Tann vónin, sum var kveikt, tá Sandoyartunnilin varð samtyktur í løgtinginum í heyst, sær nú eisini út til at verða køvd.
So er spurningurin, hvat liggur sum grund fyri at raðfesta Skálafjarðartunnilin fram um Sandoyartunnilin. Eysturoyggin fær ikki skaða av at bíða nøkur ár eftir tunlinum til Havnar. Men fyri tær ætlanir, sum skulu fremjast í Hoyvíkshaganum, er Skálafjarðartunnilin so mikið avgerandi, at tann ætlanin neyvan fer í gongd, fyrr enn Skálafjarðartunnilin er komin upp á pláss.
Um tað er so, at ætlanirnar í Hoyvíkshaganum og Skálafjarðartunnilin eru knýttar hvør til annan, hví letur man so ikki tað privata eiga uppgávuna?
Uppgávan hjá løgtinginum er at skapa trivnað fyri allar borgarar í landinum. Fyri Sandoynna er tunnilin ein avgerandi treyt bæði fyri vinnulív, útbúgving og mentan, og eigur at fáa fyrsta prioritet. Eg skilji ikki, at eitt øki, sum frammanundan spruttar av lívi, skal uppgraderast enn meir, meðan Sandoyggin verður slept upp á fjall. Tað er skyldan hjá samgonguni, at syrgja fyri, at fólk í Sandoynni fáa sama møguleika til útbúgving og aðrar ágóðar, sum allir aðrir borgarar í landinum hava í dag. Tað er meir umráðandi beint nú, enn at lívga um handilslívið í høvuðsstaðnum.
So er spurningurin, hvussu samgongan, sum hevur „samhaldsfesti“ sum skjaldramerki, fer at raðfesta. Eg trúgvi lítið uppá, at fíggingin verður so nógv dýrari, um Sandoyartunnilin verður hin fyrri, sum verður gjørdur, serliga, um allir 4 tunlarnir verða lagdir í eitt felag og Skálafjarðartunnilin fer óivað at verða ein góð forrætning, sjálvt um hann verður útsettur 4 ár.