Hvat vilja vit við fólkaskúlanum?

Vit mugu gera okkum greitt, hvat vit vilja við fólkaskúlanum, sigur Torfinn Højgaard, lærari, í sera skilagóðari viðmerking til tað stríð, sum nú hevur tikið seg upp um fólkaskúlan. Og tað er júst hetta, sum er kjarnin, ikki bert í hesum máli, men í øllum samfelagsviðurskiftum okkara. Hvat vilja vit við fólkaskúlanum, heilsuverkinum, fiskivinnuni, landbúnaðinum, mentanini o.s.fr.? Men so verður neyðugt at skoyta uppí: Vilja vit eisini gjalda tað, tað kostar?

Í fimmaranum um fólkaskúlan mikudagin 15. mars varð kjakast um arbeiðstíð hjá lærarum. Fíggjarmálastýrið legði tøl fram, sum vísa, at føroyskir lærarar standa færri tímar við pultin enn gjørt verður í øðrum londum. Nú skal undirritaði ikki leggja seg út í kjakið um, hvørjum frymli pultstímatalið eigur at verða roknað eftir, men roknistykki teirra er so hetta:


Vikutímatal

við pultinVikutal um árið -

198 skúladagarUmroking til klokkutímarPultstímar til fólkaskúlanTímar givnir skúlum tilsamans

2739,645/6013.02816.052

[27 * 39,6 * (45/60) * (13.028/16.052)] = 651 tímar við pultin



Tímatalið hevur Fíggjarmálastýrið úr bóklinginum "Ráðlegging Fólkaskúlans" fyri skúlaárið 1998/1999. Hvussu lisið verður í Fíggjarmálastýrinum, um tað kanska er við serligum brillum, ella talan er um beinleiðis talreingjan, veit eg ikki, men í talvu 4 á síðu 11 sæst, at pultstímatalið (ætlað nýtsla) er 13.028 + 1.300 =14.328, og í skjali A síðu 4 og 6 er pultstímatalið 14.428, meðan samlaða tímatalið er 16.089.

Roknistykkið fyri árini 1998/1999 og 1999/2000 sær soleiðis út:



Skúlaár

ÚtrokningTímar við pultin

40 tíma vika37 tíma vika

1998/1999[27 * 39,6 * (45/60) * (14.428/16.089) = 719665

1999/2000[27 * 39,6 * (45/60) * (14.837/16.461) = 723669



Uppi í roknistykkinum hjá Fíggjarmálastýrinum eru eisini skúlaleiðarar. Við øðrum orðum standa føroyskir skúlaleiðarar eisini 723 tímar í miðal við pultin (1999/2000). Áhugavert hevði verið at frætt, hvussu væl føroyskir skúlaleiðarar eru fyri í mun til norðurlendsku starvsbrøður sínar, tá talan er um niðurskurð fyri leiðslu, undirvísingarskyldu og skrivstovuhjálp! Sbr. greinina "Leiðsluniðurskurður", sum Hanus Joensen skrivaði í serblaði skúlablaðsins herfyri, so er sanniliga munur á.

Eru upplýsingarnar frá Fíggjarmálastýrinum um tølini í t.d. Danmark eftirfarandi, so eiga vit at taka tímar til leiðslu burtur úr føroysku tølunum. Tá verður úrslitið fyri árini 1998/1999 og 1999/2000 hetta:



Skúlaár

ÚtrokningTímar við pultin

40 tíma vika37 tíma vika

1998/1999[27 * 39,6 * (45/60) * (14.428/15.531) = 745689

1999/2000[27 * 39,6 * (45/60) * (14.837/15.896) = 748692









Skúlaleiðsla: Dømi 2 hjá Hanus Joensen ? skúli við uml. 270 næmingum


Her er sjón fyri søgn. Spurningurin er, um tíðin ikki er búgvin til at taka skúlaleiðarar burtur úr vanligu sáttmálasamráðingunum hjá Lærarafelagnum. Fyri mær at síggja, eiga teir ongan góðan. Ikki tí. Semingsuppskotið leggur upp til eina umflokking ? t.v.s. lønarhækking - av ávísum skúlaleiðarum (skúlastjórum); men aðrir leiðarar verða ikki tiknir upp á tunguna. Hetta samsvarar illa við tað, sum bæði Fíggjarmálastýrið og Lærarafelagið hava sagt um lønarhækking, og fyri okkum, sum standa uttanfyri, er ófatiligt, at semingsmenninir hava tikið hetta við í uppskotið. Tað, sum skúlaleiðarum tørvar er tíð, tíð og aftur tíð til at røkja tær skyldur, teimum verða álagdar við lóg.

Hetta uppskotið er sami "válgarataktikkur", nýttur varð í 1983, tá undirritaði mælti til at broyta rundskriv frá 1982 um m.a. tímaniðurskurð fyri umsiting og leiðslu. Eisini hesum válgaranum er eitil í, og vónandi legst ongin á hann.

Nýggja fólkaskúlalógin ger skúlaverkið dýrari at reka. Tað hevur líka lítið við lønarhækking hjá einstaka læraranum at gera, sum meirkostnaðurin av almennu umsitingini seinastu árini hevur at gera við lønarhækking hjá teimum, sum arbeiða í umsitingini.

Illveðursmánadagin 31. juli 1899 sat danin P. Feilberg í stovuni hjá Kruse keypmanni á Eiði og skrivaði dagbók. Um skúlaskap sigur hann m.a.: "At spara uppá útbúgving verður kanska ? tá ið samanum kemur ? størsta oyðsl, tú kanst gera teg sekan í, líka stórt oyðsl, sum tað er at lata góða jørð fara í forna, tí at tú ikki heldur teg hava ráð at brúka tað sákornið, sum kundi givið lønandi grøði." Hesi orð áttu politikkarar at lagt sær í geyma, nú vit skriva ár 2000.

Og tað er júst í løgtinginum, at trupulleikin liggur. Har verður - serliga í vártíðini ? eitt lógaruppskotið fyri og annað eftir lagt á tingborð. Nógv er beinleiðis avskrift fyri at tekkjast øðrum, ístaðin fyri at laga tað til heimlig viðurskifti. Og játtan á figgjarlógini til tess at seta lógirnar í verk, tað gevur jú ikki altíð politiskt bonus.

Hetta átti ikki at verið ein ósemja millum Lærarafelagið og Fíggjarmálastýrið. Hon er ongum til sóma og eigur tí at fáa ein bráðan enda.

Hans Erland í Brekkunum