Hvessingur bestur í Fuglafirði

6-mannafør kvinnur: Spenningurin í FM kappingini er so stórur, sum tað ber honum til at vera. Í dag vann Hvessingur úr Hvalvík og Streymnesi, og harvið hava Hvessingur og Gongurólvur vunnið tvær ferðir í part, og tvær ferðir hava tær verið nummar tvey. Harvið hava báðir bátarnir 26 stig, og tískil er púra javnt í FM kappingini. Annars sigursvandi Jarnbardur kom á mál væl aftanfyri hinar báðar.

Á Jóansøku vann Gongurólvur, men í dag megnaði Gongurólvur ongantíð at hótta Hvessing. Hvessingur leyp avstað beinanvegin, og hann økti støðugt um munin aftur til Gongurólv. Áðrenn tað varð farið undir endaspurtin, var Hvessingur tað mesta av einari bátslongd frammanfyri,, og tá ið bátarnir fóru um málið, var munurin meiri enn tvey sekund ella tað mesta av einari bátslongd.

 

1 Hvessingur 05:12.09

2 Gongurólvur 05:14.15

3 Jarnbardur 05:32.11

 

Støðan

1 Gongurólvur 26

2 Hvessingur 26

3 Jarnbardur 20

4 Páll Fangi 4

5 Herningur 4