Um tað ikki eyndast at vinna FM, so er tað næstbesta at vinna á ólavsøku. Soleiðis plagar at verða tikið til, og soleiðis munnu teir kenna tað umborð á 6-mannafarinum Hvessingi úr Hvalvík Streymnesi við monnum.
Smyril endaði næstfremst, og harvið vóru tað teir úr Vági, sum tryggjaðu sær FM heitið.
Ólavsøkuróðurin var tað Hvessingur, sum vann. Hvessingur sprakk avstað, ljósagrøni báturin vann sær skjótt ein skut, og tað eydnaðist ongantíð Smyrli at fáa fatur aftur á Hvessingi.
Fjarstøðan longdist stútt og støðugt, inntil Hvessingur eina løtu var leysur av Smyrli. Í endaspurtinum spentu vágbingar í, tað eydnaðist at minka um munin, sum at enda varð ein stór hálv bátslongd ella so, men tað eydnaðist ikki at hótta Hvessing.
1. 1 Hvessingur 04:22:24
2. 2 Smyril 04:24:17
3. 3 Lómur 04:30:15 - Gestaluttakari
4. 4 Fortuna 04:34:15
5. 5 Riddarin 04:37:14
6. 6 Tvørabáturin 04:37:17 - Gestaluttakari
7. 7 Gongurólvur 04:39:21
8. 8 Strálan 04:43:16 – Gestaluttakari
FM-støðan
1. 1 Smyril 47 stig
2. 2 Hvessingur 44 stig
3. 3 Fortuna 30 stig
4. 4 Gongurólvur 23 stig
5. 5 Riddarin 12 stig
6. 6 Páll Fangi 10 stig
7. 7 Lómur 5 stig
8 Strálan 3 stig